Eg elski djór

15 ára gamla Lilly Hansen úr Árnafirði er ein av teimum 47 næmingunum í skúlanum við Ziskatrøð, sum eru farin í starvsvenjing. Lilly er í starvsvenjing hjá Jaspur Bjartalíð, bónda, í Svínoy

Starvsvenjing er ein stórur partur av níggjunda og tíggjunda ári í skúlanum. Næmingarnir skulu velja sær eitt starvspláss at fara til, og hjá summum er tað eitt spæl, og hjá øðrum er tað verri. Nógv fara í peningastovnar, barnagarðar, til skips ella okkurt heilt annað.
Har, sum Lilly Hansen er farin í starvsvenjing má sigast at koma undir nakað heilt annað. Hon er farin í starvsvenjing hjá einum bónda úti í Svínoy.
Upprunaliga vildi Lilly helst sleppa til djóralæknan í starvsvenjing, men har taka tey bert næmingar í tíggjunda flokki inn, so hon má bíða til næsta ár. Men so fór hon at hugsa um onkran annan møguleika.
- Eg vildi sleppa til okkurt, sum hevur við djór at gera, so hví ikki ein bóndagarð, greiðir hon frá. Júst henda dagin, tá Sosialurin fær fatur á henni, arbeiðir hon mest inni, tí veðrið er illfýsið. Annars sigur hon, at veðrið hevur verið á einari leið hesa tíðina, hon hevur verið í Svínoy.
Hon kendi Jaspur og Jacobu frammanundan, og tí hildu hon og onnur við, at hetta var ein upplagdur møguleiki hjá henni at sleppa at royna seg innan fyri tað, hon ynskti.
Lilly býr í Árnafirði. Hvønn dag koyrir hon við bussi til Klaksvíkar í skúla. Henni dámar væl at ganga í skúla, men hon er ikki í iva, tá hon verður spurd, um hon gleðir seg til at sleppa aftur í skúla.
- Nei, eg hevði nógv heldur viljað verið her, tað er púra vist, sigur hon avgjørd á málinum.
Lilly er sera góð við djór, og hon er púra vís í, at hon vil verða okkurt innanfyri djór. Men hon sigur, at tað er sera torført at sleppa inn til djóralækna, so um tað ikki verður tað, so verður tað eitt hvørt annað, sum hevur við djór at gera.

Tíðliga upp
Tað eru fimm kálvar á garðinum. Ein kúgv kálvaði í seinastu viku, og Lilly greiðir spent frá, at ein kúgv væntandi fer at kálva í hesu vikuni. Hon vónar, at tað verður, áðrenn starvsvenjingin er av. Hon var ov sein at fáa ta fyrru kálvingina við.
Lilly fer upp beint áðrenn klokkan sjey á morgni, og hon byrjar dagin við at spula hjá neytunum, áðrenn tey verða mjólkað. Síðani gevur hon seyðunum og gæsnum og hjálpir til har tað er neyðugt á garðinum. Hon lempar súrhoyggj úr brunnunum og gevur seyðunum. Men hon sigur, at henni dámar ikki at taka trýstið av aftur súrhoyggjabrunninum.
- Tá man letur alt vatnið av, tá er tað ofta rotið, og tað luktar ikki væl, kann eg siga tær, so tað dámar mær ikki so væl. Men tað skal gerast kortini, sigur hon.
Hvør dagur hjá Lilly er mest sum líka, tí hon ger tey somu tingini hvønn dag, men kortini dámar henni avbera væl.
- Eg elski djór, og her er so stuttligt at vera, sigur hon glað.
Tey eru í ferð við at smíða eina nýggja rætt beint uttanfyri seyðhúsið, og har rokast Lilly uppií. Tey hava brotið ta gomlu rættina niður, og nú gera tey so eina nýggja. Men teir dagarnar, tá tað er illfýsið, er hon ikki so nógv úti.
Av tí at Lilly er frá eini smábygd sjálv, so er tað ikki so stór broyting fyri hana at vera í Svínoy í fjúrtan dagar. Men hon sigur tó, at har sleppur hon ongan veg, og er tað tann størsti munurin í millum bygdirnar.
- Tá eg eri heima, kann eg altíð fara til Klaksvíkar, tá eg vil, men tað kann eg sjálvandi ikki her. Men eg leggi onki petti í tað, tí her er so gott at vera, og eg trívist væl, sigur Lilly, sum tó longist eftir sínari kettu og sínum hundi til tíðir. Hon spælir eisini flogbólt og fótbólt við gentum 14 til 17 ár í Klaksvík, men tað longist henni ikki so nógv eftir.
Lilly er ikki ein av teimum, sum megnar at vera á eini útoyggj, tí hon veit, at hon bert skal vera har í fjúrtan dagar. Henni dámar sera væl, hon trívist og tað hoyrist á henni, at tað ikki er nakað, sum hon bara sigur. Hon er tíðindafróð, og tað er ikki sørt, at hon er errin av at hava fingið henda møguleikan til at fara í starvsvenjing hjá einum bónda.
Fólk í bygdini lata eisini væl at henni og siga, at tað letur til, at hon er avbera røsk og dugnalig.
Hóat Lilly kendi tey, sum hon er í starvsvenjing hjá frammaundan, so hevur hon ikki verið í Svínoy so ofta.
- Eg havi verið her onkuntíð í ein dag, men hetta er fyrstu ferð, at eg eri her so longi, sigur hon.
Spurd, um hon fer at royna at sleppa í starvsvenjing hjá djóralæknanum í tíggjunda, svarar hon flennandi.
- Ja, ella endi eg aftur her úti næsta ár.