Dugi nógv betur at selja enn keypa jólagávur

- Fyri okkum, sum fyri ein part liva av jólunum, hava jólini sera nógv at siga, sigur Havgrímur Johannessen.

Hvar verða jólini hildin í ár?

 

- Heima saman við teimun nærmastu.

 

Tað sigur Havgrímur Johannessen, sum eigur og rekur handilin, Hon+Hann.

 

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?

 

- Jólaaftan er villgás og rómasoppasós á borðinum - við soppum úr føroysku náttúruni. 

 

Havgrímur sigur, at 1. jóladag verður tað ræst kjøt.

 

Keypir tú jólagávur? 

 

- Tað er so sum so við jólagávunum. Eg dugi nógv betur at selja enn keypa jólagávur, sigur hann brosandi. 

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Fyri okkum, sum fyri ein part liva av jólunum, hava jólini sera stóran týdning, sigur Havgrímur Johannessen.