- Eg brúki ikki orku uppá Janus

Janus Rein var ein katastrofa fyri Framsókn, men vit arbeiða víðari, sigur floksformaðurin Poul Michelsen

Á løgtingsvalinum seinast fekk Janus Rein sínar 250 atkvøður á listanum hjá Framsókn. Flokkurin varð sum kunnugt settur á stovn sum eitt aftursvar og alternativ til Fólkaflokkin. Framsókn gjørdi eitt gott val, fekk 1933 atkvøður og tvey umboð á løgting.
Tí er tað svárt fyri stovnaran av flokkinum, at bæði atkvøður hjá Framsókn og ikki minst tingsessurin nú fara yvir aftur í Fólkaflokkin.
- Jú, sjálvandi kennist tað svárt. Vit stovnaðu Framsókn á tríggjar grundsúlur. Tjóðskaparligt, vinnupolitiskt og persónligt frælsi. Virði, ið vit ikki fingu eyga á í Fólkaflokkinum. Og sum flokkur høvdu vit sjálvandi brúk fyri hasum tingsessinum, sigur Poul Michelsen.
Formaðurin í Framsókn sigur seg tó ikki tíma at brúka meira orku upp á Janus Rein.
- Hinvegin kanst tú siga, at hansara avgerð nú væl skapar eitt sindur av politiskum arbeiðsfriði. Tí tað er altíð forstýrandi við einum uttanflokkatingmanni í tinginum, sigur Poul Michelsen.
Hóast Janus Rein nú formelt er Fólkafloksmaður, so kann Framsókn tó framvegis koma í ta støðu, at flokkurin fær ein tingsess afturat.
Fær Janus Rein forfall ella biður um farloyvi úr løgtinginum, so stendur Hanna Jensen fremst fyri til tann sessin. Hanna Jensen fekk 210 atkvøður á listanum hjá Framsókn á løgtingsvalinum 29. oktober 2011.
Og taka vit sum eitt hugsað dømi, at Janus Rein verður landsstýrismaður, so er tað eisini Hanna Jensen úr Framsókn, ið tekur sæti á løgtingi fyri nýggja fólkafloksmannin. Men tað er tó bert eitt hugsað dømi. Tí, sum nevnt í aðrari grein her á síðuni, fer Janus Rein at savna seg um løgtingsarbeiðið, serliga innan fíggjar- og búskaparmál.