Eg bjargi ikki heiminum -men eg kann gera mun

Mánadagin 2. november fór 23 ára gamla Joan Varming til Kenya, har hon skal vera komandi tríggjar mánaðirnar. Joan er millum fyrstu sjúkrasystralesandi í Keypmannahavn, sum taka eina av starvsvenjingunum í Afrika. Sosialurin fekk prát við Joan, áðrenn hon fór avstað

- Eg havi altíð, síðani eg var lítil smágenta, viljað farið til Afrika og gjørt ein mun, har tað veruliga er neyðugt. Og tá vit fingu tilboð um at taka eina av praktikkunum í Kenya ella Uganda, var eg ikki í iva, greiðir Joan Varming frá.

   

23 ára gamla Joan er úr Havn, men hevur seinastu tvey árini gingið á sjúkrasystraskúla í Keypmannahavn. Hon hevur verið á tveimum starvsvenjingum, og nú er tíðin komin til at taka ta triðju, sum snýr seg um Pædiatri –altso børn og mammur.


 - Vit fingu at vita, at vit kundu sleppa á praktikk á lokalum, afrikonskum sjúkrahúsum ella á sonevndum heilsusentrum. Og eg skal á eitt heilsusentur, sum serliga tekur sær av pædiatri, sigur Joan.



Einki rennandi vatn

Joan veit nærum einki um umstøðurnar, hon kemur til.


- Eg havi sjálvandi roynt at lisið eitt sindur og sum frægast kannað, hvussu umstøðurnar eru har niðri. Tað er ringt at ímynda sær, júst hvussu alt verður.


Hon greiðir frá, at tað er nógv fátækradømi og millum annað hava tey einki rennandi vatn. Reinførið, sum vit ganga so høgt uppí,  er ikki serliga høgt í metum har, og streymurin er svikaligur, har hann yvirhøvur finst. Men eisini sjúkurnar eru heilt aðrar, enn tær, børn á okkara leiðum verða innløgd fyri. 


- Har eru tað í høvuðsheitum malaria, aids og aðrar sjúkur, sum vit ikki møta í gerandisdegnum her heima, vísir Joan á.


    Høvuðsuppgávurnar hjá Joan verða at geva sproytur, viðgera sár og at læra mammurnar um týdningin av reinføri. Og her fer Joan helst at renna seg í eina aðra stóra avbjóðing, nevniliga málið.


- Fleiri teirra tosa enskt, men høvuðsmálið er swahili. Eg havi tí verið á bókasavninum og lænt mær okkurt málsligt tilfar um swahili, men tað er óalmindiliga ringt at læra og úttala, sigur Joan flennandi.




Pilot verkætlan

Hetta er fyrstu ferð, at sjúkrasystralesandi hava møguleika at fara til Afrika í starvsvenjing, og hetta skal vera ein roynd fyri at vita, um tað yvirhøvur kann lata seg gera. Samstarvið er spildurnýtt, og upprunaliga var ætlanin at senda fýra næmingar avstað. Tveir til Uganda og tveir til Kenya.


- Vit skuldu senda eina skrivliga umsókn og greiða frá, hví tey skuldu velja júst okkum. Eg var als ikki vís í, at eg fór at sleppa avstað, tí bara í okkara flokki vóru fýra, sum søktu. Og so komu allir hinir flokkarnir afturat, sigur Joan.


Tá avtornaði, vísti áhugin seg at vera yvirraskandi stórur, tí tilsamans 18 lesandi høvdu søkt um tey fýra plássini.


- Skúlin gjørdi tá ein stóran innsats, so øll, sum søktu, sleppa avstað. 


Joan skal til eina lítla bygd, sum eitur Namasoli og liggur í hálendinum í vesturpartinum av Kenya, beint norðanfyri Victoria Lake.


Har skal hon starvast á einum heilsusentri, ið er eitt stað, har mammur kunnu koma við børnunum til kanningar og viðgerðar.


- Eg skal búgva privat hjá eini lokalari familju við fýra børnum. Eg havi fingið at vita, at tað er ein familja, sum klárar seg, men livistøðið er ikki tað sama sum her, og eg vænti, at tey eru sera fátøk í okkara eygum. Tey hava ikki rennandi vatn, og eg veit ikki um tey hava streym. Eg havi tó frætt, at tey hava wc, sigur Joan og flennur.



Teoribøkurnar við

Joan veit ikki hvussu fakliga støðið er á heilsusentrinum í Namasoli, og hon er tí greið yvir, at hon møguliga fer at vera aftanfyri sínar floksfelagar, tá skúlagongdin byrjar aftur eftir praktikkina.


- Tað kann gott vera, at eg ikki fari at læra tað sama sum hini í flokkinum, sum fara í praktikk her heima. Men eg fari uttan iva at læra ómetaliga nógv og gera mær nógvar royndir, sum fara at seta lívið her heima í perspektiv, sigur hon hugsin.


    Hon vísir á, at hon grundeggjandi fer at hava sama arbeiðsøki, sum tey her heima, hóast umstøðurnar og uppgávurnar helst verða øðrvísi.


- Eg fari at arbeiða við børnum og mammum, og tað er tað sama, sum hini gera. Eg fari at gera mær royndir í at ráðgeva og taka mær av teimum. Men eg havi eisini teoribøkurnar við, so eg fái lisið samstundis og fylgt við í, hvat tey læra her heima.



Væntar ikki at bjarga heiminum

- Tað eru fleiri, sum hava spurt meg, um tað ikki er naivt at hugsa, at tað munar nakað, at eg fari í Afrika í tríggjar mánaðir. Eg eri eisini greið yvir, at eg ikki fari at bjarga heiminum uppá so stutta tíð. Men kanska kann eg gera ein mun fyri onkran, meðan eg eri har.


- Jú fleiri fólk fara avstað, um tað bara er í tríggjar mánaðir, jú meiri fokus kemur á trupulleikarnar í Afrika. Og jú størri verður munurin, sum vit tá tilsamans kunnu gera, sigur Joan.

Hon leggur dent á, at hon eisini væntar, at Afrika fer at geva henni nakað.


- Eg veit, at eg heilt víst fari at læra nógv og mennast sum menniskja. Eg vænti at síggja neyð og elendigheit, men eisini lívsgleði og gestablídni. Og eg vænti, at tað negativa, sum eg fari at uppliva, fer at kunna vendast til okkurt gott, tá eg komi aftur.


- Eg eri ikki í iva um, at tað verður nógv, sum verður ræðuligt. Og eg fari at verða blakað út í ting, sum eg aldrin hevði droymt um. Men persónliga menningin -og vónandi eisini tann fakliga- fara at uppviga tað ringa, sigur Joan hugsunarsom.


Joan sigur seg merkja, at eitt sindur av fjáltri er komin á hana seinastu dagarnar, nú tað er farið at styttast til fráferðina.


    - Nú bert fáir dagar eru eftir, til eg skal avstað, eri eg blivin eitt sindur nervøs. Hvat skal eg vænta mær, hvat fari eg at koma til, og hvat fer at henda? Og hvussu verður tað at halda jól í Afrika, so langt heimanífrá? 


Hon hevur seinastu tíðina tosað nógv við vinkonur, sum hava verið í Kenya við Mellemfolkeligt Samvirke, um, hvat hon kann vænta sær av túrinum.


     - Tær hava ávarað meg um, at mentanin er ein heilt, heilt onnur enn okkara. Tær hava tosað um fátækradømi og gøtubørn, sum sniffa lím, og um hvussu kristna trúgvin er blandað við andatrúgv og tilbiðjan av náttúruni. Men tær hava eisini tosað um, hvussu ótrúliga gevandi tað er at fara avstað. Og tað tað vænti eg eisini, at tað verður fyri meg.

     








Faktabox 1:


Fakta um Joan

- Joan Varming

- 23 ár

- Úr Havn

- Búsitandi í Keypmannahavn

- Sjúkrasystralesandi á øðrum ári

- Gongur á Professionshøjskolen Metropol, sum er ein av trimum sjúkrasystraskúlum í Kbh.

- Er í starvsvenjing innan Pædiatri í Namasoli í Kenya frá 2. november 09’ – 31. januar 10’


------------

Faktabox 2


Fakta um sjúkrasystraútbúgvingina

- Sjúkrasystraútbúgvingin tekur 3 ½  ár

- Lestrartíðin er ein blandingur av skúlagongd og starvsvenjing

- Útbúgvingin er umskipað til eina professiónsbacchelorútbúgving og er ein meðallong hægri útbúgving

- Møguleiki er at spesialisera seg innan eina ávísa deild, t.d. narkosu-, intensiv- ella barnadeildina.

- Møguleiki er eisini at útbúgva seg víðari og t.d. taka eina kandidatútbúgving á universitetinum.

- Til ber at taka sjúkrasystraútbúgvingina á tilsamans 24 støðum í Føroyum, Danmark og Grønlandi

- Útbúgvingin byrjar tvær ferðir árliga, í september og februar.

- Møguleiki er at fáa lestrarstuðul alla útbúgvingina.


 


-------

Faktabox 3


Fakta um Kenya

- Land við eysturstrondina í Afrika

- Metta fólkatalið er 33.829.590 (2005)

- Høvuðsstaður og størsti býur er Nairobi

- Málini eru enskt og swahili

- Tjóðsangurin eitur Ee Mungu Nguvu Yeto

- Tjóðardagur er 12. desember. Hendan dagin í 63’ gjørdist Kenya sjálvstøðugt.

- Útflutningsvørurnar eru í høvuðsheitum kaffi, te, mais, blómur, fiskur og cement.

- Í 2002 varð ein lóg samtykt, sum forbjóðar umskering av gentum undir 18 ár. Umskering verður tó framvegis praktiserað í helvtini av landinum, og verður sædd sum ein háttur at fremja kynsligt fráhaldni.

- Langt upp í 90’ini var Kenya tað landið, sum mesta u-landshjálpin hjá Danmark varð latin til.

- í Bókini ”Tár Hjartans” av Koigi wa Wamwere, andstøðupolitikara, stendur, at 90% av búskapinum í Kenya í dag verður stýrdur av hvítum fólki. Tey hvítu og nakrir fáir svartir jørðeigarar telja 10% av fólkatalinum, men eiga 70% av allari jørðini, ið kann verða dyrkað

- Jomo Kenyatta, loysingarleiðarin í Kenya, hevur sagt:

” Tá tann hvíti maðurin kom, høvdu vit jørðina og hann bíbliuna. Hann lærdi okkum at biðja við eygunum afturlætnum, og tá vit lótu eyguni uppaftur, hevði hann jørðina og vit bíbliuna.”