Eg biði ikki um meir

Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sigur, at hann fer ikki at biðja um meira pening, nú fíggjarnevndin hevur gjørt av at skerja seks milliónir netto á hansara málsøkjum

- Vit mugu royna at tillaga okkum teimum broytingum, sum fíggjarnevndin er komin við, segði Báður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, í tinginum týsdagin, tá fíggjarlógin var til viðgerðar.
Men hann leggur afturat, at nøkur ting verða helst trupul at liva upp til. Til dømis vísir hann á rentustuðulin.
- Tað sum eg serliga havi gjørt vart við, tað er rentustuðulin, sum er ein játtan, ið eg ikki vænti kemur at halda, sigur Bárður Nielsen.
Men hann ætlar sær ikki at biðja um fleiri pengar, tá Løgtingið hevur triðju og síðstu viðgerð hósdagin.
- Eg ætli mær ikki at biðja um fleiri pengar. Tað liggur ikki til landsstýrismannin við fíggjarmálum at biðja um fleiri pengar, so eg má royna at halda meg til tað, sum eg nú einaferð fái játtað, sigur Bárður Nielsen.
Hann sigur tó eisini, at tað kann væl verða, at rentan fer upp. Um tað hendir, fær Bárður Nielsen brúk fyri eykajáttan til rentustuðulin. Fíggjarnevndin metir ikki, at stórvegis rentu-hækking er á veg.
- Hetta er ein meting. Tað kann verða, at teir fáa rætt, og tað kann verða, at eg fái rætt, sigur Bárður Nielsen.
Bárður Nielsen svaraði eisini í Løgtinginum upp á tær viðmerkingar hjá fíggjarnevndini um, at ávísir grunnar og landsstovnar ikki eru tiknir við á fíggjarlógina, og at hetta "er í stríð við stýrisskipanarlógina."
- Trupulleikin við grunnum og landsstovnum er ein gamal trupulleiki, sigur landsstýrismaðurin og leggur afturat, at hann væntar ikki, at hann klárar at fáa hesi tingini upp á pláss til komandi fíggjarlóg, sum fíggjarnevndin annars eftirlýsir. Hetta tí fíggjarlógin fyri 2005 skal leggjast fram um einar fimm mánaðir.
Løgtingsgrannskoðararnir og løgtingsnevndirnar hava nú í fleiri ár víst á trupulleikarnar, uttan at nakað er tikið til eftirtektar.
Triðja viðgerð av fíggjarlógini er í Løgtinginum hósdagin.