Hvat gert tú sum náttarvakt?
- Eg byrji kl. 22:30 og fari til hús kl. 8 um morgunin. Eg dustsúgvi í móttøkuni, fundarhølinum og í matstovuni, og eg vaski eisini gólv og mangt annað. Eg taki eisini móti fólki um náttina, til dømis um tey hava verið í brúdleypi ella onkrum tílíkum um vikuskiftið, ella um ein sjómaður kemur av báti á miðjari nátt. Hetta er eitt sera víttfevnt arbeiði.
Hvat gert tú so í frítíðini?
- Frítíðini? Tja, eg havi nærum onga frítíð. Eg varð einaferð steðgaður av einum politisti sum spurdi meg, hvat eg gjørdi til dagligt. Eg svaraði honum at eg svav! Hetta hevði hann ilt við at trúgva, men satt er tað: Eg arbeiði og sovi. Í kvøld skal eg tó á ein fund, at fyrireika Miðvágs-leguna, sum verður um hálvan november.
Vit hava onkutíð sæð teg í føroyskari húgvu og við sigar í munni. Hvat signaleraði tað?
- Ja, hatta var ein tíð í mínum lívi. Eg gekk í Hoydølum, og tá ein gongur har, so skal ein helst provokera eitt lítið sindur, ikki sannheit? Eg ynskti at provokera og fólk lótu seg provokera! Fleiri royndu nevniliga at taka húgvuna frá mær, men eg fekk hana kortini altíð aftur. Eg eri tjóðveldismaður, men ikki tjóðveldisFLOKSmaður. Tí havi eg altíð valt fólkaflokkin.
Hevur tú verið uttanlands í summar?
Ja, eg var saman við 31 øðrum føroyingum í London í summar á konsert við bólkinum Eagles. Hetta var eitt ótrúliga gott vikuskifti, tí drotningin fylti 80 og Paul McCartney fylti 64 ár og vit vóru í London!
Hvørjum vilt tú heilsa?
- Eg vil fegin heilsa Niels Nattestad í Miðvági. Eg vóni at hann hevur fingið daddu til í annaðkvøld!