Eftirvirkningar frá Ólavsøkuni

Hóast Ólavsøkan er farin aftur um bak, so tykist tað sum tað eru nøkur, sum ikki eru liðug at halda tjóðarhátíðina enn. Fimm teirra vunnu ikki upp hús um vikuskiftið og fingu tí høvið at sova rúsin út í klivanum í Jónas Broncksgøtu

So er seinasta - og nógv tann størsta - summarstevnan farin ordiliga aftur um bak.

Men Ólavsøkan gjørdist kanska nakað long hjá onkrum.

Tjóðarhátíðin lá mitt í viku, og við einum vikuskiftið hvørju megin, var onkur, sum ikki orkaði at ganga til hús, nú seinna vikuskiftið kom.

Hetta er nakað, sum løgreglan tekur sær av og tá viðkomandi ikki veit at siga hvar hann býr, ella mett verður, at maðurin er ov drukkin at senda til hús, verður syrgt fyri honum á annan hátt.

Hetta merkir, at løgreglan í høvuðsstaðnum plagar at hava náttargestir av og á, og frá fríggjakvøldinum til í gjáramorgunin hevði løgreglan fimm liggjandi gestir.


Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Meðan løgreglubilarnir eru úti og koyra taka teir, um stundir eru til tess stakroyndir av bilførarum, fyri at vita um teir halda seg til promillumarkið.

Soleiðis var eisini hetta vikuskiftið, og tað hevði við sær, at tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning.

Blóðroynd varð tikin av bilførarunum og tá úrslitið av hesum royndum kemur aftur úr Danmark, verður avgjørt, um ákæra verður reist móti bilførarunum báðum

Trý ferðsluóhapp vóru eisini vóru eisini um vikuskiftið.

Eingin pesrónsskaði var í nøkrum teirra tíbetur, men ein seyður lá undir einum bilið norðuri í Sundunum.


Nøkur smá herverk

Løgreglan í Havn hevur tíbetur ikki verði órógvað av herverkum seinastu tíðina, men tó er enn onkur, sum heldur tað verða tað verða skemtiligt, at gera seg inn á bygningar og bilar, sum tey ikki eiga sjálvi.

Kommunuskúlin er ein av bygningunum, sum sjáldan fær frið og í vikuskiftinum var tað aftur onkur sum helt, at har vórðu ov nógvir heilir rútar í skúlanum.

Ein rútur var tí knústur har.

Hetta var ikki so ógvusligt, men sama kann ikki sigast um herverkið, sum var framt móti einum persónbili, sum stóð parkeraður við Landavegin.

Náttina til leygardagin høvdu nakrir ótangar sparkað og sligið so nógv til henda bil, at hann hevði fingið stóran skaða.

Hurðin vinstrumegin framman var illa farin, og skermurin eisini. Vinstra baklykt og ein lykt framman høvdu eisini fingið av at vita frá ótangunum, sum høvdu gjørt seg inn á bilin.

Bilurin var ikki tryggjaður, og tí má sigast at eigaramaðurin fær dyggan smeit av ógerninginum.

Málið er meldað til løgregluna, men tað fer at vera torført at fáa málið uppklárað.


Tvey ólavsøkuslagsmál meldað

Tað gongur mangan hart fyri seg á Ólavsøku. Tað vita tey flestu.

Mangur bardagi hevur verið, men tað er verri enn so altíð, at tann álopni torir at melda málið til løgregluna.

Men um vikuskiftið fekk løgreglan fráboðan um tvey álop sum høvdu verið á Ólavsøku.

Eftir at hendingarnar vóru sodnaðar nakrar dagar hava tey álopnu gjørt av at melda álopini til løgregluna, og hon fer nú í holt við at kanna málini.

Okkurt slagsmál var eisini um vikuskiftið, men tey vístu seg ikki at verða so ógvuslig.

Sunnunáttina fekk løgreglan boð um at nakrir mans vóru áfastir í miðbýnum, men tá løgreglumenninir komu á staðið var alt friðarligt aftur, tíbetur.

Nóg mikið

at takast við

Av støðini í Havn, sigur vakthavandi, at sjálvt um tað ikki hendir so nógv í vikuskiftunum, so hevur løgreglan nóg mikið at takast við hóast alt.

Ikki øll eru líka væl fyri í samfelagnum, og teimum er løgreglan ofta noydd at taka sær av.

Eisini hevur løgreglan aðrar uppgávur, sum t. d ferðslukanningar, sum verða settar í bakgrundina tá annað er at takast við.