Eftirspurningurin merkist longu nú

- Spard tíð til flutning millum heim og arbeiðspláss, er vunnin tíð fyri familjuna, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.

Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14

 

- Kenslan er sera góð, og eg gleði meg til koyrandi verður. Samstundis er tað hugaligt at staðfesta úrslitið av tí góða fyrireikingararbeiði, sum undangongumenn her á staðnum tóku stig til og slóðaðu fyri, sum í fyrstani fyri mongum kundi tykast sum eitt ørvitisprojekt, nú nærkast veruleikanum.

 

Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu. Men, hvønn týdning heldur borgarstjórin, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar?

 

- Eg vænti, at Eysturoyartunnilin kemur at hava stóran týdning fyri okkum her í Nes kommunu, Skálafjørðin, Eysturoynna, Norðoyggjar - ja, fyri alt meginøkið sum heild, bæði vinnuliga, mentanarliga og sosialt. Vit hava í dag tveir undirsjóartunlar, sum flestu nokk eru samd um, at vit ikki vildu verið fyriuttan. Soleiðis fer tað eisini verða við Eysturoyartunlinum. Tað er tó sera torført at meta um, hvussu og hvør ávirkanin verður. Tað má tíðin vísa.

 

Metir tú, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin?

 

- Ja, og tað merkist longu nú, eisini her í Nes kommunu við størri eftirspurningi eftir grundstykkjum. Eg havi ein varhuga av, at eitt nú fólk sum koma heim eftir lokna útbúgving, ynskja at seta búgv, har tey eru uppvaksin. Men, av tí, at tey flestu útbúgvingartungu størvini eru í Havn, enda hesi fólk í dag ofta við at seta búgv í Havn. Nú verður lættari at velja heimstaðin, tí tað m.a. verður styttri til arbeiðis í Havn. Spard tíð til flutning millum heim og arbeiðspláss, er vunnin tíð fyri familjuna.  

 

Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina?

 

- Tað verður lættari og skjótari at koma til okkara høvuðsstað fyri nógv fólk, og hetta fer m.a. at hava við sær betri møguleikar hjá handilslívinum, matstovum og mentanartiltøkum av ymiskum slag. Eisini vænti eg, at havnafólk fara at gleðast um, at tað nú verður skjótari og lættari at ferðast norðureftir, eitt nú til arbeiðis, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.