Eftirspurningurin er størri enn framleiðslan

Mikudagin varð nýggja høsarhúsið hjá Annfinni Brekkstein reist. Nú skal talið av hønum meira enn tvífaldast

 

Tað gongur strúkandi við eggvirkinum á Velbastað. Húsið hevur ikki langa tíð á baki, tí Føroya Egg sendi tey fyrstu eggini á marknaðin í juli í fjør, og longu nú verður bygt út. Pláss skal vera fyri fleiri hønum, so at føroyski brúkarin kann fáa egg alt árið.

Higartil hevur tað verið soleiðis, at tá eitt lið av hønum ikki verpur meira, so skuldi eitt nýtt lið av hønum fáast inn. Hetta tók einar tveir mánaðir, og hesa tíðina kundi Føroya Egg ikki veita føroyska kundanum egg.

? Eg kann ikki liva við, at veitingin frá okkum ikki er støðug. Tí mugu vit byggja út, so at vit kunnu hava tvey lið av hønum inni í senn, sigur Annfinn Brekkstein, eigari av eggvirkinum.

Við tveimum liðum av hønum í høsnarhúsinum steðgar veitingin av eggum ongantíð, men heldur á hóast hønurnar mugu skiftast út.

Annfinn sigur, at tað ikki er nakar trupulleiki at sleppa av við eggini í Føroyum, og at eftirspurningurin er nógv størri, enn virkið megnar at framleiða.


Nýtt hús reist

Nú er nýggi parturin av høsnarhúsinum reistur. Hetta fer at tvífalda framleiðsluna av eggum. Húsið verður ikki tikið í nýtslu fyrr enn í februar næsta ár, og tá verða 7.500 hønur á Velbastað. Tær fara at verpa umleið 1,8 milliónir egg um árið. Í løtuni hevur húsið 3.100 hønur.

Í desember mánaði verður bygningurin liðugur. Tá verður innrættað við reiðrum og maskinum til framleiðsluna. Um tvær vikur verða elementini sett upp, og bygningurin innilokaður.

Annars verða egg framvegis framleidd hjá Føroya Eggi, tí gamla høsnarhúsið koyrir við fullari ferð, og hetta liðið er við at toppa í sínari framleiðslu.

Annfinn Brekkstein væl nøgdur við gongdina higartil við tí nýggju verkætlanini. Tað einasta hann ikki kann liva við er, at eggini ikki koma í jøvnum streymi úr høsnarhúsinum.

? Vit eru spakuliga við at menna eina nýggja vinnu í Føroyum, og tað hevur gingið væl higartil.