Sjúrður Skaale, tingmaður fyri Tjóðveldi, vil nú hava at vita, hvat samgongan hevur gjørt við málið um ætlaða eftirskúlan í Suðuroy hetta seinasta árið. Í hesum sambandi hevur hann nú spurt Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, hvørji ítøkilig stig hon hevur tikið í málinum um eftirskúla í
Suðuroy, síðani Løgtingið fyri einum ári síðani heitti á hana um at fáa gongd á
málið?
Hann spyr eisini, hvørji ítøkilig landsstýriskvinnan fer at taka í málinum.
Sjúrður Skaale vísir til eina samtykt í Løgtinginum tann 19. november 2009, tá ið stórur meiriluti samtykti at heita á Føroya Landsstýri um at samstarva við stigtakararnar um at skipa eftirskúla í Suðuroy og í tí sambandi at fyrireika og leggja fram neyðugar lógarbroytingar.
Mentanarnevndin hjá Løgtinginum, sum viðgjørdi málið, helt, at tað er rætt at byggja skúlan. Men nevndin ásannaði eisini, at fíggjarstøðan er ikki góð og tí má landsstýrið viðgera gjølla, hvussu eftiskúlin skal raðfestast, soleiðis at peningur bæði er til íløgukostnaðin og til rakstur av skúlanum.?
- Nú er næstan eitt ár liðið síðani hesa samtykt, og tí hevði verið gott um landsstýris-
kvinnan kundi greitt tinginum frá, hvussu málið um eftirskúla í Suðuroy stendur í dag, sigur Sjúrður Skaale.
Og tað skal Helena Dam á Neystabø so svara upp seinni í mánaðinum.