Nógv foreldur, sum eiga børn við serligum tørvi, hava avbjóðingar at finna hóskandi skúla og tilboð til teirra barn eftir loknan barnaskúla.
Vit hava í dag m.a. Rásina í Runavík, men hví ikki bjóða hesum børnum á eftirskúla?
I Vesturjútlandi er ein sera góður eftirskúli til børn við serligum tørvi, tað veri seg bæði børn við likamligum avbjóðingum og børn við sálarligum avbjóðingum.
Skúli bjóðar teimum handaligar lærugreinar og rokning og málførleikar. Har kann man læra tónleik, at seyma, at gera mat, baka os.fr. einans hugflogið er avmarkingin. Skúlin er við til at menna øll børnini og hjálpir teimum at finna teirra styrkir og gevur teimum harvið sjálvsvirðing. Fyri tað um man t.d. ikki dugir so væl tøl, so kann man vera fantastiska væl fyri handaliga.
Lat okkum skapa ein eftirskúla sum hendan í Føroyum, so øll ung í Føroyum sleppa á eftirskúla.
Oda W. Andreasen
Valevni fyri Framsókn