Leingi hevur verið roknað við, at fyrrverandi verjuovastin Solomon Mujuru skuldi taka við sum forseti í Zimbabwe eftir Robert Mugabe, men í gjár varð hann funnin deyður heima við hús, eftir at eldur hevði verið í húsum hansara. Løgreglan sigur, at tann máttmikli generalurin var einsamallur við hús.
Í 1970-árunum var Solomon Mujuru ovasti hjá ZANLA-uppreistrarmonnunum, sum gingu undan í bardaganum ímóti bretska hjálandastýrinum. Tá Zimbabwe gjørdist sjálvstøðugt ríki, bleiv hann verjuovasti og bleiv seinni ein at teimum máttmestu og ríkastu monnunum í landinum.
Kona Solomon Mujuru, Joice, er annar varaforsetin hjá Robert Mugabe.