Eftirmaðurin hjá bin Laden er klárur

Nú Osama bin Laden er deyður, er eitt annað navn komið ovast á listan við yvirgangsmonnum, sum altjóða samfelagið vil hava fatur á. Navnið er Ayman al-Zawahiri. Alt bendir á, at Ayman al-Zawahiri fer at taka við sum leiðari í al-Qaeda.

Zawahiri, sum er ættaður úr Egyptalandi, er útbúgvin eygnaskurðlækn. Hann hevur í mong ár verið persónligur lækni hjá bin Laden, men serfrøðingar halda, at hann var tann veruligi heilin aftan fyri fleiri yvirgangsatsóknir hjá al-Qaeda.

Tey seinastu 10 árini hevur Zawahiri krógvað seg. Hann varð seinast sæddur har eysturi í Afghanistan í oktober í 2001, men síðani 2004 hevur hann tosað á fleiri ljóðupptøkum, sum al-Qaeda hevur kunngjørt.

Egyptisku myndugleikarnir vilja vera við, at Ayman al-Zawahiri var uppi í yvirgangi, langt áðrenn hann hitti Osama bin Laden í Afghanistan í áttatiárunum. Eitt nú halda myndugleikarnir, at hann var við til at fyrireika morðið á egyptiska forsetan Anwar Sadat í 1981.