Hóast Paul Watson hevur verið eftirlýstur fyri hendingar í Føroyum í 1986, so er tann dómurin fyrnaður og hann er tískil ikki eftirlýstur fyri tað. Tað merkir kortini ikki, at Paul Watson frítt kann koma til Føroya. Tað skrivaðu vit annars fyrr í dag, men sambært Portal.fo er Paul Watson eftirlýstur av altjóða løgreglusamstarvinum Interpol. Løgreglan í Føroyum er donsk - og danska løgreglan er partur av Interpol.
Interpol hevur eftirlýst Paul Watson í tveimum umførum. Hetta fyri gerðir í Kosta Rika og Japan. Sambært Portal.fo hevur Paul Watson í Kosta Rika fingið dóm og skal inn at sita, um hann verður handtikin og útflýggjaður. Og í Japan bíða tey eftir at sleppa at føra Watson fyri rættin.
Í báðum førum er talan um at hava gjørt seg inn á virðir hjá øðrum – rent á skip og líknandi.
So hóast dómurin, Watson hevur fingið í Føroyum, er fyrnaður og hann tískil ikki kann handtakast fyri hetta, so kann tað vísa seg, at tað verður trupult hjá Watson at koma til Føroya, tá hann er eftirlýstur av Interpol í tveimum umførum.
Paul Watson hevur annars boðað frá, at hann kemur til Føroya.
Les eisini Paul Watson kemur til Føroya í juli.










