Belgiskir myndugleikar, við stuðli frá myndugleikum kring allan heim, arbeiða av øllum alvi fyri at finna útav, hvørji fólkini handan yvirgangsálopini í Brússel í gjár vóru.
Í gjár eftirlýsti løgreglan ein triðja mann, 24 ára gamla Najim Laachraoui, ið skal hava verið á flogvøllinum, men megnaði at rýma aftaná álopið.
Laachraoui var tó longu kendur av løgregluni áðrenn undir falska navninum Soufiane Kayal, aftaná hann í februar 2013 hevði verið í Sýria. Longu í 2014 varð hann eftirlýstur, tí mett varð, at hann var ein høvuðspersónunum, ið útvegaði belgiskan ungdóm til Islamska Statin
Hann varð av nýggjum eftirlýstur av løgregluni í síðstu viku, aftaná handtøkuna av Salah Abdeslam, men tá undir sínum veruliga navni.
Nýggjastu upplýsingarnir benda nú eisini á, at Laachraoui eisini var ein partur av yvirgangsálopunum í París. DNA hjá manninum er nevniliga funnið á bumbuleivdum frá álopunum í november.
Harumframt hevur løgreglan staðfest, at Laachraoui koyrdi við Abdeslam tvørturum markið millum Eysturríki og Ungarn ein mánað áðrenn yvirgangsálopini í París, umframt at hann leigaði eini hús í belgiska býnum Auvelais, ið yvirgangsmenninir í París búðu í.
Løgreglan hevur eisini megnað at staðfest, at teir báðir, ið sprongdu seg í luftina í flogvøllinum, vóru brøðurnir Khalid og Ibrahim El Bakroui, ið vóru ávikavist 27 og 30 ára gamlir.
Frammanundan vóru teir gamlir kenningar hjá løgregluni, men eingin illgruni var um, at teir høvdu tilknýti til yvirgangsbólkar fyrr enn aftaná álopini í París. Har eru teir undir illgruna fyri at hava veitt yvirgangsmonnunum tilfar til álopini og hava leiga íbúðir, ið yvirgangsfólkini hava brúkt.
34 fólk doyðu og 250 fólk vórðu løstað í álopunum í Brússel í gjár.

Eftirlýsti maðurin knýttur til álopini í París

