Í morgum hevur løgreglan í Havn sent eina eftirýsing eftir eini kvinnu úr Havn
Talan er um 46 ára gomlu Elsa Susan Danielsen. Og tað er nú greitt, at hon varð sædd á Cafe Natúr í Havn klokkan 21 í gjárkvøldið og við Glitnir fyri klokkan 23.
Hon hevur kommunulitt hár, er einar 160 cm. høg, kløn, gongur framyvurboygd og roykjur illa.
Seinast hon varð sædd, var hon í hvítum buksum, ljósari blusu og í tunnum, myrkum, stuttum, dýnjakka.
Seinast, avvarðandi høvdu samband við hana, var í telefon umleið klokkan 23 í gjárkvøldið.
Hevur nakar hevur sæð Elsu eftir hettar , verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við løgregluna á telefon: 35 14 48.