Eftirlýsir samfelagsatlitið

- Avgerandi fyri Eysturoyartunnilin má vera, hvussu góð henda íløgan verður fyri føroyska samfelagið. Og tí mugu og skulu politikarar fyrihalda seg til, at fyri brúkaran verður privata loysnin tríggjar ferðir dýrari enn almenna loysnin.

 

Tað sigur búskaparfrøðingurin og fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.

 

Í eini roynd at lýsa búskaparligu avleiðingarnar av, um Eysturoyartunnilin verður almennur ella privatur gjørdi Landsverk í mars í fjør eitt upprit, sum vísti at privata loysnin er 40 prosent dýrari enn almenna loysnin.

 

- Men við dagføra útrokningarnar síggja vit, at munurin er øktur. Gjógvin millum almenna og privata leistin er snøgt sagt blivin breiðari og djúpari, soleiðis at privata loysnin nú er tríggjar ferðir dýrari enn almenna loysnin. Tað fer so at síggjast aftur í prísinum  fyri at koyra í gjøgnum tunnilin, sigur Johnny í Grótinum.

 

Fyri brúkaran merkir tað ítøkiliga, at við almennu loysnini fer tað at kosta 46 krónur at koyra aftur og fram gjøgnum tunnilin, meðan prísurin við privatu loysnini verður 146 krónur aftur og fram.

 

- Hvar er samfelagsatlitið í hesum, spyr búskaparfrøðingurin og fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, sum eftirlýsir eitt grundleggjandi kjak um, hvat skal vera alment, og hvat skal vera privat.

 

Johnny í Grótinum var formaður í Búskaparráðnum árini frá 2005 til 2006. Og meðan tøgnin frá sitandi Búskaparráði í tunnilsmálinum er larmandi, eftirlýsir fyrrverandi formaðurin eina reella viðgerð av málinum.

 

- Í øðrum londum kjakast serfrøðin og politikarar um sonevnda OPP-modellið, har tað almenna og privata ganga saman um ávísar íløgur. Tað tykist, sum um vit leypa upp um hesa grundleggjandi diskusjónina, fyri í staðin at vevja alt møguligt annað uppí, sigur Johnny í Grótinum við greiðari tilsipan til Sandoyartunnilin.

 

Ein longri samrøða við Johnny í Grótinum er í Sosialinum, sum er borin í hvørt hús í landinum í dag.