Munurin á tænastumannaeftirlønum og vanligum eftirlønum, sum fólk hava teknað sær hjá privatum tryggingarfelagnum er stórur.
Fyrr var púra vanligt, at fólk í almennum starvi, til dømis lærarar, tollarar, postmenn og nógv onnur, eisini almennir leiðarar og stjórar, vórðu sett í starv sum tænastumenn. Tað hevði millum annað við sær, at tú sat sera tryggur í starvi tínum við trý ára uppsagnartíð og sera góðari eftirløn, ið tú fært so leingi tú livir – í mun til tær pensjónir, tú sjálvur teknar tær hjá tryggingarfeløgum, sum eru avmarakaðar til ávíst áramál. Og tað er landskassin, sum hevur skyldu at rinda teimum eftirløn, sum hava verið tænastumenn – eisini løgmonnum, landsstýrisfólki ella løgtingsfólki, sjálvt um tey ikki eru tænastumenn, men hava rætt til tænastumannapensjón eftir serligari lóg.
Sambært landskassaroknskapinum hevur landskassin somuleiðis partvísa ella fulla eftirlønarskyldu fyri lærarar í fólkaskúlanum, á Sernámsdeplinum, í Adventistaskúlanum, teknisku skúlunum, handilsskúlunum, Føroya Læraraskúla og pedagogum á forsorgarstovnum, umframt á øðrum økjum, sum landið hevur yvirtikið frá donskum myndugleikum.
Hava skrásett eftirlønarskyldur landskassans
Í Landsroknskapinum fyri 2022 sæst, at Gjaldstovan seinastu árini hevur skrásett allar eftirlønarskyldurnar og fekk fyri nøkrum árum síðani ein aktuar (fø. tryggingarfrøðing) at meta um, hvat tað hevði kostað, hevði landið keypt seg leyst frá skylduni. Skyldan verður roknað av nýggjum triðja hvørt ár.
Hon er roknað í 2022 og verður roknað aftur fyri roknskapin 2025.
Til roknskapin fyri 2022 varð eftirlønarskyldan roknað. Skyldan er síðan 2019 lækkað við 1.693 mió. kr., úr 6.145 mió.kr. niður í 4.452 mió.kr.
Lækkingin stendst í høvuðsheitum av, at rentan er hækkað. Harafturat eru færri tænastumenn í starvi, meðan tað hinvegin eru fleiri tænastumenn, sum eru farnir úr starvi. Til samans hevur tó verið ein lækking í talinum av tænastumonnum, sum eisini sæst í skylduni fyri tænastumenn.
Livialdurin er síðan 2019 hækkaður, sum økir nakað um eftirlønarskylduna.
##med2##
Í talvuni stendur sundurgreinaða eftirlønarskyldan. Fyri tænastumenn bera danskir myndugleikar ein part av útreiðslunum og mett verður, at danska skyldan er umleið 289 mió. kr.
Samanlagt er eftirlønarskyldan hjá landskassanum 4.163 mió.kr.
Av samlaðu skyldunum fyri tænastumenn í Føroyum er skyldan til politikarar, løgtings- og landsstýrisfólk um 10 prosent – ella 425 milliónir krónur av teimum 4,45 milliardunum, sum í framtíðini skulu gjaldast í pensjónum til tænastumenn.
Skipanin fyri politikarar er bara 30 ára gomul, meðan skipanin fyri tænastumenn annars er frá gamlari tíð.
Tá løgtingsfólk í 1999 hækkaðu sína egnu løn, hækkaðu tey eisini pensjónirnar hjá sær sjálvum og teimum, sum vórðu vald aftan á tey, sera nógv, og tí verður skyldin hjá landskassanum nógv størri, enn hon hevði veirð við skipanini frá 1993, tá lønin hjá tingfólki var helvtina minni.
Sjálvt um Løgtingið nú broytir lógina, so verða skyldurnar verandi – men so koma ikki fleiri fólk í skipanina, sum harvið minkar eftirlønanbyrðan hjá landskassanum av politikarum spakuliga.
Men í prinsippinum skal landskassin gjalda hesar 425 milliónirnar – pluss prísvøkstur, til eingir politikarapensjónistar eru eftir, sum eiga rætt til hesa gullrandaðu eftirlønina.
Um ikki annað, so fyri skomm skyld, fara tingfólk nú helst at broyta lógina og harvið siga frá sær gullrandaðu pensjónina.