Eftirlitsfólk eru nú komin til Zaporizjzja

Eftirlitsfólkini fóru úr ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í morgun, og uppgávan hjá teimum er at kanna umstøðurnar kring stóra kjarnorkuverkið.

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at eftirlitsfólk hjá altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, nú eru komin til ukrainska býin, Zaporizjzja.

 

Tíðindastovan AFP skrivar, at eitt fylgi við 19 akførum fyri løtu síðan koyrdi inn í býin. Av hesum vóru í minsta lagi tíggju hvít akfør við áskriftini ST.

 

Eftirlitsfólkini fóru úr ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í morgun, og uppgávan hjá teimum er at kanna umstøðurnar kring kjarnorkuverkið.

 

Hetta er størsta kjarnorkuverk í Evropa, og tað eru russiskar herdeildir, sum hava ræðið í býnum, Zaporizjzja, har stóra kjarnorkuverkið liggur.

 

Russland og Ukraina hava skuldsett hvørt annað fyri at koma verkinum í eina støðu, sum kann gerast ein vanlukka fyri økið.