Uttanflokkakvinnan Sonja Jógvansdóttir vildi hava at vita frá landsstýrismanninm við arbeiðsmarknaðarmálum, Henrik Old, um hvussu eftirlitið er við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum.
Hon segði, at tað er lætt at síggja um útlendska arbeiðsmegin fær minimumslønina útoldna, men hvussu er støðan við øðrum viðurskiftum.
Henrik Old, landsstýrismaður, segði, at útlendingastovan samstarvar við TAKS um lønarseðlar , men at tað kanska ikki altíð gongur nóg væl og nóg skjótt.