Løgreglan í eysturoynni eftirlýsir nú møgulig vitni í sambandi við neyðtøkuna av eini 18 ára gamlari gentu í Runavík leygarnáttina.
Løgreglan eftirlýsir ein silvurgráan persónbil, sum koyrdi framvið ástaðnum um tað mundi, at neyðtøkan fór fram.
Persónarnir í bilinum kunnu møguliga hava upplýsingar til málið, tí bilurin slakkaði av í tí hann koyrdi framvið, og møguliga hava persónarnir lagt tilmerkis eina kvinnu og ein mann tosa saman við Statoilstøðina í Runavík.
Eisini sigur løgreglan, at um onnur halda seg hava upplýsingar til málið, so vil hon fegin í samband við hesi.
Í sambandi við hendan tilburðin leygarnáttina eftirlýsir løgreglan ein mann, sum er umleið 28 ? 30 ár, vanligur av vøkstri, umleið 176 cm høgur, myrkt stuttklipt hár og tunt yvirskegg. Maðurin hevur brún eygu, og hann var í einari bláari blusu ella T-troyggju við stuttum ermum og myrkum kovboybuksum.
Um fólk hava upplýsingar um hetta málið, kunnu tey venda sær til løgreglustøðina í Runavík á tlf 471448 ella í Havn á tlf 351448.