Eftirlýsir fiskivinnupolitikkin hjá Høgna Hoydal

Meinhard Jacobsen, fiskivinufrøðingur og fyrrverandi stjóri á Faroe Seafood, finst at fiskivinnupolitikkinum hjá sitandi samgongu, við fiskimálaráðharranum Høgna Hoydal á odda.

 

Meinhard Jacobsen vísir á, at tá Makrelsamgongan sat í 2011, høvdu tey ein upplagdan møguleikar at rudda upp í eini skipan, ið kravdi eina skilabetri stýring. Tey valdu einki at gera og fylgirnar síggja vit í dag, sigur Meinhard Jacobsen.

 

Hann vísir víðari á, at um mann valdi at gera eina øðrvísið deiling av virðunum, tá makrelurin kom í okkara sjógv, hevði mann kunna sloppi úr einum fámannaveldi, har fá sita á næstan øllum.
Alt fleiri rættindi savnast á fáum hondum og nú eiga uppisjóvar- og Barentshavflotin eisini ein stóran part av heimaflotanum, vísir Meinhard Jacobsen á.

 

Harumframt vísir Meinhard Jacobsen á, at seinasa avgerðin hjá Høgna Hoydal, um niðurskurð í fiskidøgum, hjá tí seinasta parti av flotanum, ið stóreigararnir ikki hava ræði á, er misskilt og rakar heilt við síðurnar av.

 

Lesarabrævið hjá Meinhard Jacobsen kann lesast á in.fo her