Politiið eftirlýsir ein bil, sum er stolin í Klaksvík í nátt ella í morgun.
Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at fráboðanin kom klokkan 10 í morgun. Tá kvinnan, sum eigur bilurin, skuldi fara við honum, varnaðist hon, at bilurin var horvin. Men ikki nóg mikið við tí. Tjóvurin hevur helst verið inni í húsinum eisini, tí ein jakki er horvin í gongini, har lyklarnir til bilin vóru í.
Talan er um ein bláan Toyota Auris E15 UT við nummarplátutuni GD 526.
Bilurin er tikin á Mýruvegi 9 í Klaksvík. Um onkur hevur borið eyga við bilin, so vil løgreglan fegin frætta. Tað kann gerast við at ringja til politistøðina í Havn á 351448 ella við at boða frá á Facebooksíðuni hjá Føroya Politi.










