Eilif Samuelsen
????????????????
Tað var ein funnin fressur, tá ið Útvarp Føroya setti ljóskastaran á málið um eftirlønina hjá landsstýrismonnum og lat skína ígjøgnum, at á nýggjárinum komandi fóru allir landsstýrismenn og løgmenn heilt aftur til 1951 at fáa knappar 26.000 kr. um mánaðin í eftirløn, um teir høvdu verið landsstýrismenn í minst eitt ár.
Sum vera man var hetta sum at tendra í turt krút. Øll tey, sum ikki nær náminda vinna sær hesa upphædd í strævna gerandisstríðinum, argaðust inn á sálina av hesum tíðindum, og hvat munnu pensionistarnir og onnur láglønarfólk so ikki hava hildið?
Síðani hava allir fjølmiðlarnir roynt at gera sær dælt av fressinum. Men eingin hevur gjørt sær tann ómak at rætta tann órímuliga pástandin um tær 26 túsund krónurnar, tíansheldur sakliga at upplýsa, hvat veruleikin er um málið. Tann frægasta royndin var gjørd í Sosialinum 21. juli, men tann royndin varð spilt av, at eisini har skuldi lifrast fyri teimum, sum av góðum grundum vóru djúpt forargað inn á luksusdýrini, sum fingu líka stóra pensión sum Brimil kostaði. Ei undur í at fleiri túsund mótmælisundirskriftir verða handaðar landsstýrinum.
Hetta málið er eitt skúladømi um, at føroyska pressan, so at siga øll sum hon er, hevur svikið sína moralsku og etisku skyldu móti samfelagnum og ímóti borgarunum við ikki aktivt at upplýsa heiðurligt um málið, men heldur passivt at lata órímiligleikarnar hanga og darra í luftini.
Landsstýrið syndarin
Tað endaliga úrslitið av lógaruppskotinum um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. var einki minni enn ein vanlukka, eitt lógarbrongl av allar ringasta slag.
Tað er varaløgmaður, ið sum uppskotsstillari hevur ábyrgdina av, at hetta býtisbarnið kom til verðina. Hann átti, tá ið hann sá, hvat tað útviklaði seg til, at havt tikið málið aftur, áðrenn tað kom til atkvøðugreiðslu við 3. viðgerð. Harvið hevði hann eisini tikið eitt tað besta prógvið úr hondunum á teimum, sum siga, at hetta landið verður stýrt eftir bestu bananprinsippum.
Tað er eingin, sum hevur nakað ímóti, at løgtingsmenn, løgmenn og landsstýrismenn fáa eina rímiliga lønar- og eftirlønarskipan, men tá ið tað verður gjørt, so eigur tað at verða eftir nágreiniligum og kvalifiseraðum forarbeiði.
Tann arbeiðsbólkurin, sum í mai í fjør ummælti eftirlønarskipanina hjá landsstýrismonnum sigur í sínum tilmæli m.a.: ?Arbeiðsbólkurin er samdur í, at eftirlønarviðurskiftini hjá landsstýrislimum eiga at verða ásett eftir sama leisti sum fyri løgtingslimir. Samstundis er arbeiðsbólkurin sannførdur um, at rætt er at viðgera allar ásetingar í lógini samstundis. Tí verður mælt til, at øll skipanin við samsýning og eftirløn v.m. til landsstýrislimir verður viðgjørd samstundis, og møguliga saman við samsýningar- og eftirlønarviðurskiftunum hjá løgtingslimum, tó so at meginreglurnar í tænastumannaskipanini verða varðveittar.?
Fyrsta lógin um samsýning v.m. til landsstýrismenn kom í 1948. Síðan hevur málið sum vera man útviklað seg við at broytingar og ískoyti fleiri ferðir hava verið gjørd. Nógv ber brá av at hava verið pjøss. Nú hálvthundrað ár eftir átti eitt fullfíggjað lógarverk at verið gjørt og gjørt so mikið væl, at tað slapp undan at verða skammfarið, tá ið tað kom í løgtingið.
Pilatus umaftur
Fleiri tingfólk hava verið frammi í miðlunum og tváað sínar hendur. Tað hevur verið pínligt at síggja og hoyra. Serliga undanførslurnar og plianin hjá formanninum í Sjálvstýrisflokkinum, sum annars hevur gingið undan sum uppskotsstillari til tann ringasta ørskapin. Enntá fleiri onnur taka undir við uppskoti hennara um at desavouera løgtingið og apa okkum eftir Íslandi og lata eina ?óhefta? nevnd áseta samsýningar og eftirlønir. (Annars áttu bæði politikkarar og onnur at komið burtur úr tí villfarilsinum at tala um ?óheftar? nevndir. Tað er utopi.)
Sjálvt Høgni Hoydal, sum legði uppskotið fyri løgtingið, og sum er fremsti forsprákari fyri, at vit sjálvir skulu hava evsta vald og evstu ábyrgd, hevur nú longu mist álitið á aldargamla lóggevandi ting okkara og vil fáa staðfest í eina føroyska grundlóg, at ein óheft nevnd uttan fyri løgtingið skal taka sær av lønarviðurskiftunum hjá politikkarunum. Hetta er ein ómanslig roynd at flýggja undan ábyrgdini og at taka ræði frá tinginum. Hvussu langt er tað haðani og til at øll lønarviðurskifti hjá føroyingum í einum komandi fullveldisríki verða at áseta av eini ?óheftari? nevnd?
Eg kann vera samdur við teimum, sum siga, at henda samgongan og serliga hetta landsstýrið ikki hevur verið ført fyri í øllum førum at gera eitt nøktandi lógfyrireikandi arbeiði. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið so ómetaliga nógvar kreftir hava verið misbrúktar í einum so fánýtum og stuttskygdum arbeiði, sum fullveldispælið hevur verið, so hevur ikki nógv orka lopið av til álvarsligt uppbyggjandi og framhyggjandi arbeiði. Men Føroya Løgting er pr. definitión ført fyri at lóggeva við skili. ?Tað sum illa er yrkt, verður illa kvøðið?, verður sagt. Tá ið landsstýrið sendir eitt illa gjøgnumhugsað uppskot í tingið, so er ikki væntandi annað, enn at hundar og heykar leggjast á tað og gera sær dælt av tí.
Givið er, at tað er eitt serliga ótespiligt arbeiði at rudda upp eftir sær sjálvum, tá ið tamarhaldið hevur verið fokið og eingin verulig stýring er til. Men gerast má tað.
Tað eru nógv skilagóð fólk í landsumsitingini, sum hava allan førleika at gera uppskot til eina lóg, sum loysir spurningin um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.Tey eru har fyri at gera slík arbeiði. Sjálvandi ber tað til at gera eina rímiliga og rættvísa skipan, sum orðførararnir fyri politisku flokkarnar kunnu svara fyri, áðrenn málið verður lagt fyri tingið.










