Sjónvarpið hevði fríggjakvøldið eina góða »søgu«, sum sagt verður í fjølmiðlaheiminum. Brotið um eftirlønina hjá landsstýrismonnum og tingmonnum, sum eisini hava verið landsstýrismenn, fekk mong at ressast við. Í bløðunum ígjár eru longu fleiri viðmerkingar til hesa eftirlønin, sum ikki beinleiðis liggur á »hungursmarkinum«, sum ein fyrrverandi tingmennkvinna so ofta hevði á munni.
Í prinsippinum skulu bæði løgtingsmenn og landsstýrismenn hava eina eftirløn. Men henda skipanin má vera í mun til, hvussu langa tíð teir hava sitið í hesum størvum, tí tað er galdandi fyri øll onnur, sum eru undir eini ella aðrari eftuirlønarskipan. Harafturat má stigið ? ella upphæddin ? vera í samljóð við eftirlønarlagið í landinum annars.
Tað tykist eftirlønin hjá okkara góðu politikkarum ikki vera. Tvørturímóti, tá ein maður, sum hevur sitið í løgtinginum eini 6 ár og í landsstýrinum eini fýra ár, kann fáa 26.000 krónur í eftirløn restina av lívininum. Ein góð skipan, men ynskiligt var, um hon var galdandi fyri aðrar løntakarar eisini.
Men tað er hon ikki. Á hesum stað er fleiri ferðir víst á, at vit hava veruligan stættarmun, tá tað snýr seg um eftirløn og eftirlønarárini. Vit hava tænastumenn ? fólk frá fyrisitingini og lærarar ? sum hava góð eftirlønarviðursifti. T. d. fær ein lærari einar 15.000 krónur í eftirløn. Síðani hava nógv fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum - t. d. sjúkrahjálparar og sjúkrasystrar ? góðar eftirønaravtalur, og gjalda eini 12-15 prosent um mánaðinum til eina eftirlønarskipan. Men flaggskipið innan tað almenna ? Starvsmannafelagið ? hevur eina stak vánaliga eftirlønarskipan, og bara eini 3-4 prosent fara til eftirlønaruppsparing. At enda hava vit privata arbeiðsmarknaðin, har bara arbeiðsmenn í Havn hava eina líkinda skipan.
Við øðrum orðum eru vit eftirbátur og hava ógvuliga ymiskar skipanir. Tingmenn ? fólksins tænarar ? hava lóggivið sær eina góða skipan, men teir hava ikki megnað at lóggivið, so vit fingu eina líkinda skipan fyri øll ? fyri meingina mannin. Og ta skipan, sum kundi komið øllum vanligum løntakarum til gagns ? Samhaldsfasti ? hava allir flokkar uttan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin roynt at forkomið. Tí hava tingmenn eitt at gera nú: lóggevið politikkarunum eina lægri eftirløn, og síggið til, at vanligi borgarin fær manssømilig eftirlønarviðurskifti!










