Eftirkona Merkels tekur seg aftur sum kanslaravalevni

Annegret Kramp-Karrenbauer tekur seg aftur sum kanslaravalevni og leggur dent á, at CDU ikki má samstarva við AfD.

Annegret Kramp-Karrenbauer, sum er forkvinna í týska CDU stjórnarflokkinum, tekur seg aftur sum valevni til at fylgja eftir Angelu Merkel sum týskur samveldiskanslari.

Tað sigur hon í dag á tíðindafundi í Berlin.

Hon verður sitandi sum floksforkvinna, til eitt annað valevni er funnið, sigur hon.

Hon vil eisini verða sitandi sum verjumálaráðfrú restina av valskeiðnum. Tað er val til samveldistingið næsta ár.

– Eg komi við hesum boðunum í dag, eftir at eg leingi hava umhugsað avgerð mína, sigur hon.

– Floksleisla og kanslarakandidaturið skal vera hjá einum og sama persóni, sigur Annegret Kramp-Karrenbauer.

Tann 57 ára gamla Annegret Kramp-Karrenbauer verður ofta umrødd við forbókstavunum AKK. Hon gjørdist nýggjur floksleiðari eftir at Merkel legði frá sær í 2018.

Hon tekur seg aftur eftir fleiri tap hjá CDU við landspartaval. Flokkurin hevur serliga mist umboðan í fleiri landsprøtum í eystara parti av Týsklandi.

Hon sigur, at hon ikki heldur, at avgerð hennara fer at skaða støðufestið í stjórnarsamgonguni, har konservativi CDU arbeiðir saman við bayerska systurflokkinum CDU og Javnaðarflokkinum SPD.

Avgerðin um at taka seg aftur frá floksleiðsluni kemur eftir landspartavalið í Thürningen, har rættilig kreppa kom í hjá stjórnarflokkinum.

Her valdi flokkurin hjá Merkel at samstarva við høgrasinnaða flokkin Alternative für Deutschland (AfD), sum førdi til stríð millum floksleiðsluna í Berlin og leiðarar í landspartinum.

– Einhvør nærkan móti AfD ger CDU veikari, sigur AKK í dag.

Hon leggur afturat, at støða henara til innflytarakritiska flokkin er púra greið.

– Tað má einki samband vera millum okkum og AfD, tað má ikki vera nakað samstarv við AfD, sigur hon sambært týska blaðnum Die Zeit.

Merkel fanst í síðstu viku somuleiðis at hendingunum í Thürningen.

– Tað er ófyrigeviligt, og tað skal takast aftur, segði Merkel um samstarvið millum floksfelagar hennara í Thürningen og AfD.

Sum floksleiðari eydnaðist tað ikki AKK at loysa flokskreppuna á einum kreppufundi við floksfelagarnar í Thürningen.

Verjumálaráðstarvið í týsklandi, sum AKK situr í, hevur mangan avbjóðingar við sær. Millum annað tí at týska verjan, Bundeswehr, hevur verið merkt av søgum um høgravíðgongd og vánaliga útgerð.

/ritzau/dpa