Eftirgjørd riv úr gróti til verju av fiski

Hugskotið við eftirgjørdu rivunum er ivaleyst, at fiskurin skal kunna trívast betri - og fáa betri frið - við botnin, tá fiskireiðskapur ikki sleppur eftir honum Herfyri taldu granskarar fisk í Kattegat. Hetta var á leiðini við oynna Læsø.

Norska fiskivinnublaðið Fiskaren skrivar einki um, hvussu tað gekst við hesi teljing, men blaðið skrivar um eina forvitnisliga ætlan, sum granskarar hava á hesum leiðum - eina ætlan, sum vit í Føroyum kanska eisini kundu hugt uppá.

Ætlanin er nevniliga at byggja uppaftur fiskiskapin á leiðunum við Læsø, og í hesum sambandi hava granskarar tað hugskot at leggja eftirgjørd riv úr gróti á leiðina til verju fyri fiskin.

Ætlandi kemur grótið, sum eftirgjørdu rivini skulu byggjast upp av, úr Noregi og Svøríki.

Vit hava trolfrí økir í Føroyum, ið stava frá tíðini, tá Heini O. Heinesen var í politisku vælmaktini.

Spurningurin er so, um vit kanska eisini skuldu havt nøkur eftirgjørd riv úr gróti til verju á øðrum leiðum, har fiskurin hevur ilt við at verja seg móti veiði.

Í áum og hyljum, har ótangar stundum hava til frægd at pilka laks ólógliga, liggja í støðum net ella annað við botnin, so tú missir pilkin, um tú kemur fastur.

Fiskar tú lógliga við húki og kemur fastur, missir tú eisini húkin.

Hugskotið við eftirgjørdu rivunum er ivaleyst, at fiskurin skal kunna trívast betri - og fáa betri frið - við botnin.

Er botnurin grýtutur, er valla komandi eftir honum við troli, samstundis sum húkurin hevur nógv smærri møguleikar enn áður.