Farið var av Sandi klokkan hálvgum átta við bussi til Skopunar. Við vóru 23 fólk. Úr Skopun komu tvey fólk afturat. Síðani við Teistanum yvir á Gomlurætt. Av Gomlurætt koyrdu vit til Sørvágs.
Tá ikki øll kundu fara í bátin á Vatninum, fóru nøkur við og tey, ið eftir vóru, fóru við bussinum at síggja seg um í Vágum.
Túrurin eftir Vatninum er drúgvur at sigla, men tey bæði, ið manna bátin, eru so blíð og hava tey røttu evnini til at undirhalda fremmandafólki.
Sigast má um mannin, Ólavur, hann er, sum tað stendur í sanginum: »Fittari drongur í kropp og skinn, tú leingi skal leita eftir«.
Borðreitt varð við kaffi og køkum, meðan siglt var.
At leggja at brúnni, tá vit vóru komin yvirum, tað minti um landgongina í Fraklandi undir seinna heimsbardaga. Tað bleiv full ferð sett á, til fremri endin á Flakanum náddi atløguplássinum. Vit vóru ávarað um stoytin, so eingin bleiv forskrektur.
So skjótt gekk tíðin, meðan siglt var, at vit vistu ikki av, fyrr enn hann var at enda komin.
Krókstavar vóru til tey, ið ikki vóru væl fyri at ganga á ósløttum lendi. Teir komu væl við hjá fleiri. Veðrið var av tí allar fagrasta, so tað var sera áhugavert at síggja lendið har hjá tí, sum ikki hevur verið har áður.
Tá vit komu umborð aftur, stóð borðið fullrokað við góðum mati, døgurði av hotellinum í Vágum.
Tá vit komu aftur at landi, komu tey umborð, ið ikki høvdu verið við á Flakanum. Vit fóru í bussin. Har var frásøgumaður við, og koyrt var til Miðvágs á Krígssavnið. Tað var sera áhugavert at koma inn. Har er nógv at síggja av lutum og myndum frá tí tíðini. Tað er at vóna, at okkara ráðandi vera góða við Savnið og syrgja fyri, at tað fær tann fíggjarliga tørvin, ið krevst til eitt slíkt savn.
Úr Miðvági fóru vit til Gásadals. Nøkur av okkum høvdu ikki verið har áður. Har er eisini vakurt og sjáldsamt fyri okkum síggja. Serliga fyri okkum, sum eru uppvaksin á slættlendi, er tað næstan áfatiligt at hugsa sær, hvussu stríggið tað man hava verið at kunna yvirliva á einum plássi, sum hevur verið so tungvunnið at koma til og frá.
Til seinast vil eg takka Tilhaldinum fyri túrin og fyristøðukvinnuni Kristinu fyri hennara hjálpsemi. Ein serlig tøkk til tey í Sørvági, sum vóru um okkum.










