Vinnuháskúlin, sum ætlar at fara undir bachelorútbúgvingar í næstum, hevur sínar egnu reglur um eftirútbúgving av lærarum, sum verandi skúlastjóri hevur sett í gildi. Hesar reglur eru so einastandandi, at alt Føroya fólk eigur at verða kunnað um hesar vitbornu og hugsjónarligu reglur, sum uttan iva fara at seta Føroyar á námsfrøðiliga heimskortið.
Skúlastjórin skrivar soleiðis í 2009:
”Í samband við, at lærarar skúlans luttaka á skeiði, hevur skúlin skilað millum:
at lærari er biðin av leiðslu skúlans um at luttaka á skeiði.
at lærari ynskir at luttaka á skeiðum av egnum ynski.
Um lærari er biðin av skúlans leiðslu um at luttaka á ávísum skeiði, er mannagongdin tann, at lærari ikki skal undirvísa teir undirvísingartímar, hann hevur teir dagar, skeiðið er. Um so er, at lærari seinni undirvísir ”somu tímar”, verður goldin yvirtíð.
Um lærari av egnum ynski ætlar at luttaka á ávísum skeiði, er mannagongdin tann, at roynt verður at flyta verandi tímar á tímatalvuni, soleiðis at viðkomandi kann sleppa til hetta skeið. Um so er, at hetta ikki letur seg gera, kann annar lærari undirvísa teir tímarnar, og fær hesin lærari tá yvirtíð fyri hesar tímar. Lærarin, sum fer á skeiðið, verður trektur samsvarandi.
Mannagongdin hevur verið praktiserað, hóast skúlin í báðum førum kann hava goldið skeiðsútreiðslurnar. Er annað avtalað frammanundan, verður hædd tikin fyri hesum.”
Hesar reglur eru so genialar, at eg fari at heita á landsstýriskvinnuna í skúlamálum um at seta tær í gildi fyri alt føroyska skúlaverkið alt fyri eitt. Tað er neyvan skilagott at bíða til eftir løgtingsvalið.
Hvørjum líkist tað, at ein lærari dittar sær at seta fram ynski um at menna sín egna førleika? Hann eigur sjálvandi at seta seg afturá og bíða, til skúlastjórin einaferð sendir hann á skeið. Tí sjálvandi veit ein skúlastjóri betur enn nakar annar, hvønn tørv hin einstaki lærarin hevur. Ein skúlastjóri er jú serfrøðingur á øllum økjum og hevur tað fullkomna yvirlitið. Spurningurin er, um tað er nóg mikið, at lærarin verður drigin í løn fyri at vera so ólátaður, at hann sjálvur kemur við ynskjum um eftirútbúgving. Átti lærarin ikki eisini at verið revsaður? Ella sagdur úr starvi?
Vit eru fleiri, sum hava bíðað í 7 ár eftir at verða send á skeið í t.d. nýmótans tøkni, men enn hevur skúlastjórin - mær vitandi - ikki sent nakran á skeið. Tað kostar, sambært heimagjørdu reglunum.
Um hesar reglur verða at galda fyri alt skúlaverkið og harvið eisini fólkaskúlan, so verður tað ein munandi sparing fyri samfelagið. Tí sjálvandi er eingin fólkaskúlalærari so býttur, at hann ynskir at sleppa á skeið í t.d. 14 dagar og harvið missa eina hálva mánaðarløn. So hetta verður sparing, ið munar.
Fyrimunirnar høvdu vit sjálvandi sæð, um ikki beinanvegin. Vit høvdu sloppið undan allari kapping á PISA-økinum, tí so høvdu Føroyar átt niðasta plássið á listanum í frið.
Eg havi roynt at fingið innlit í m.a., um Mentamálaráðið hevur góðkent reglurnar hjá Vinnuháskúlanum, nær tær komu í gildi og hvussu nógvar lærarar, skúlastjórin sjálvur hevur sent á skeið seinastu sjey árini, og um skúlastjórin hevur gjørt seravtalur við ávísar lærarar.
Av tí at skúlastjórin noktar at upplýsa nakað sum helst, er málið kært til Mentamálaráðið, og liggur nú á borðinum hjá aðalstjóranum og landsstýriskvinnuni.
Løgtingsins umboðsmaður er eisini kunnaður um reglur Vinnuháskúlans.
Tosaði nakar um diskriminering av starvsfólkum?
06.10.2011