Eftir stívliga hundrað árum er vitin nú sløktur

Vitin í Sjóvarbrekku á Strondum, sum hevur lýst síðan 1909, er nú sløktur.

Vitin í Sjóvarbrekku á Strondum, sum hevur lýst síðan 1909, er nú sløktur. Orsøkin er, at økið sunnan fyri Nes hinu megin Skálafjørðin skal brúkast til aling.

 

Innsiglingarleiðin til Skálafjørðin má broytast, og vitin á Strondum dekkar ikki broyttu leiðina. Vitin á Garðsenda á Toftum lýsir ikki suður eftir longur, bert vestur eftir og inn á Skálafjørðin.

 

- Landsverk hevur sett nýggjan vita, sum eitur Dulavík, Strendur, upp, og hesin vísir broyttu siglingarleiðina inn á Skálafjørðin.

 

Vitin á Strondum er upprunaliga bygdur í 1909 - ella sama ár sum eitt nú vitarnir í Akrabergi, Mykinesi og á Skansanum í Havn.


Við danska Sjóferðslustýrinum sum keldu, veit heimasíðan hjá Sjóvar kommunu í morgun at siga, at vitin á Strondum varð umbygdur í 1963, og tá varð hann gjørdur sjálvvirkandi.

 

Fyri ta tíð mátti vitin tendrast hvørt kvøld og sløkkjast um morgunin.

 

Síðani 1. september í 1985 hevur Joen Carl Danielsen verið vitapassari á Strondum.

 

- Verandi vitabygningur, sum skal takast niður, er frá 1981, sigur Sjóvar kommuna.