Arbeiðið við nýggja vegnum gongur framá. Og nú sæst ein endi á arbeiðinum.
Eitt ynski hjá rituvíkingum verður skjótt veruleiki, nú arbeitt verður á Rituvíkarhálsi við at bøta um vegateinin úr bygdini.
Endamálið er at binda Æðuvíkarvegin og vegin fram við Toftavatni í tann nýggja teinin á Rituvíkarvegnum. Tá hetta er gjørt, er ein góð helvt av samlaða arbeiðinum við nýggja vegnum liðugt.
Komið er nú so langt, at arbeiðið við tí nýggja bygdarvegnum er um at vera liðugt. Tó vantar liðugtgerð av vegjaðaranum, eins og uppseting av ljóssteyrum.
- Miðað verður ímóti at arbeiðið verður liðugt í september, verður upplýst hjá landsverki.
Kostnaðarmetingin ljóðar uppá 14 mió krónur.









