Stovnarin av Facebook nýtti í gjár høvið at viðmerkja syrgiligu hendingina í Cleveland í USA, á einari stórari ráðstevnu hjá sosiala miðlinum.
Tí sunnudagin eydnaðist tað einum drápsmanni at taka video av einum drápi og leggja tað á Facebook. Eitt videobrot, sum lá heilar tveir tímar á netinum, áðrenn Facebook tók tað niður aftur.
Tað hevur leitt til, at Facebook fær stórar atfinningar omanyvir seg, tí í seinastuni hava mong ógvuslig videobrot og myndir verið at sæð á Facebook. Tað er umvegis brúkararnir, at Facebook kann gerast varugt við ósømiligt innihald, tí tað eru brúkararnir, sum melda hendingar til umsitingina.
Les eisini: Video av drápi á Facebook: Nú skal strammast upp
Men tað kann ganga ov seint, og tí er Facebook nú farið undir at kanna, hvat gerast kann, fyri at fáa fráboðanirnar at rigga betur og skjótari.
Sambært Ritzau segði Mark Zuckerberg í gjár, at tey vildu gera alt fyri at forðað fyri, at slíkt hendir aftur.
- Vit hava eina ætlan fyri okkara vørur, sum skal hjálpa okkum at byggja bólkar og felagsskapir. Hjálpa okkum at gera eitt sterkari vitanar samfelag og at halda okkara felagsskapir tryggir. Vit hava nógv at gera á hesum økinum, tað eru vit mint á hesa vikuna eftir syrgiligu hendingina í Cleveland, segði Mark Zuckerberg.
Drápsmaðurin hevur tikið lívið av sær, veit Ritzau at siga.










