Ferð er á virkseminum hjá altjóða fríhandilsfelagskapurin EFTA. Tað staðfestir uttanríkisráðið, nú EFTA hevur skrivað undir fleiri fríhandilssáttmálar
EFTA hevur undirskrivað fríhandilssáttmála við fleiri av teimum arabisku londunum, og seinni hesa vikuna kemur fríhandilssáttmálin við Kanada í gildi.
Á ráðharrafundi, sum EFTA hevur hildið í Hamar í Noregi, kom undan kavi, at samráðingarnar við Russland um ein fríhandilssáttmála fara væntandi av bakkastokki seinni í 2009. Harumframt eru ætlanir um at fáa fríhandil við Ukraina, Serbia, Albania, Peru og India.
Uttanríkisráðið sigur, at eitt av uttanríkispolitiska aðalmálum Føroya er at tryggja okkum EFTA-limaskap. Føroyski áhugin fyri EFTA-limaskapi kemst millum annað av møguleikanum at gerast partur av teimum mongu fríhandilssáttmálunum, sum EFTA higartil hevur fingið í lag. EFTA hevur sterk handilssambond uttanfyri Evropa, og er í dag tann felagsskapur, ið hevur eina flest fríhandilssáttmálar um allan heim. EFTA hevur í so máta verið slóðbrótari og hevur eina handilsætlan, sum fevnir um lond og øki um allan heim, sigur ráðið.
EFTA hevur undirskrivað 18 fríhandilssáttmálar við í alt 27 lond.