Hergeir Nielsen
Vit í Tjóðveldisflokkinum hava skotið upp, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur upp samráðingar um limaskapi í EFTA, soleiðis at føroyska samfelagið fær ein munandi størri marknað, sum er ein av høvuðslyklunum til øktan búskaparvøkstur og størri vælferð.
Allir føroyingar, ið tendraðu løgtingsvarpið, ansaðu eftir, at uppskotið fekk eina positiva fyrstu viðgerð á tingi mánadagin 20. mars.
Fullvæl vita vit, at vit lúka ikki neyðugu fortreytirnar fyri at røkka limaskapi í einum felagsskapi av frælsum tjóðum, men upplýst er, at rætta løtan at royna eina serskipan fyri eitt sjálvstýrandi øki er júst nú.
Fríhandil
Fríhandilssáttmálar hava vit nakrar av, men alt ov fáar.
Í fýra ár hava vit samráðst um ein fríhandilssáttmála við eitt EFTA -land, sum í fimm mánaðir hevur ligið uttanlandsnevndini,
Útlit eru nú til, at vit fáa skikkað henda sáttmála soleiðis til, at hann kann samtykkjast av einum samdum løgtingi í næstu framtíð.
Útlit eru so eisini til, at limaskapur í sjálvum EFTA felagsskapinum er ein møguleiki, ið vit eiga at fara eftir.
Tað kostar, at vera bundin. Tað merkist, ikki at hava frælsið, og tað nívir meiri enn gott er ikki at ráða sær sjálvum, meðan restin av heiminum fer stormandi framvið í altjóðagerðini.
EFTA marknaðurin lá víðopin fyri okkum fram til 1973, tá ið vit av stjórnarskipanarligum ávum vóru vit ripaði útaftur, tí Danmark fór inn í ES í 1973.
Felags marknaðir og fríar handilsavtalur hava sett ferð á alheimsgerðina kring allan knøttin, og skulu Føroyar, sum hava heimsins minsta heimamarknað, ikki gerast eftirbátur, er neyðugt at fylgja rákinum og vera við á teimum frægastu marknaðunum.
Leita vit inn í ES felagsskapin, verða vit støðgaði í durinum, tí vit hava einki atgongumerki til henda felagsskap av sjálvstøðugum londum.
Hildið verður hinvegin, at EFTA-felagsskapurin, sum ikki er nær náminda líka sterkur, fer at umhugsa onkra serskipan fyri eitt sjálvstýrandi øki sum okkara.
EFTA hevur gjørt 14 fríhandilsavtalur við triðjalond uttan fyri ES, og er í løtuni í samráðingum um enn fleiri sáttmálar, sum fara at savna eini 750 milliónir fólk á einum fríhandilsøki.
EFTA er ikki ES, men EFTA er ein handilsfelagsskapur, sum er í støðugari menning - ein felagsskapur og ein menning, ið Føroyar kundu fingið stórt gagn av at verið partur av.
EBS skipanin er ein skipan millum EFTA og ES.
Hon hevur vinnuliga sæð verið ein sannur fongur fyri norska og íslendska samfelagið, meðan tað er heldur ivasamt, hvussu gagnlig hon hevur verið í heimliga lógarverkinum.
Íslendingar tosa um eina sanna vitamininnspræning í tjóðarbúskapin, sum gjørdist munandi meira stabilur, og sum gav teimum økt frælsi og meira framkomna umsiting.
Sagt verður haðani, at EBS-avtalan er vorðin sjálv lívsnervin í altjóða samstarvinum.
ES-marknaðurin er latin upp fyri teimum, eins og kapitalur og fjøltáttaðar samstarvsskipanir innan gransking, útbúgving og mentan er vorðin atkomilig fyri íslendska samfelagið.
Íslendska og evropeiska vinnulívið hava lagt seg upp at hvørjum øðrum, og samstarvsmøguleikarnir hava økt munandi um vavið av gransking og útbúgving og samskiftið millum íslendskar og evropeiskar stovnar og virki er økt munandi.
Vansar
Vansar eru so eisini við á leiðini.
EFTA-londini eru ikki við í skipaða ES lógarsmíðnum, men noyðast at taka tað at sær í ráðum líki.
Neyðugt hevur verið at margfalda ein stóran hóp av evropeiskari lóggávu á innara marknaðinum yvir í heimliga lóggávu.
Fyrst var talan um einar 1.500, og tíggju ár seinni 4.600 ES lógir og reglur, sum evropeiskir politikarar kravdu, at EFTA-londini skuldu skipa seg eftir í egnari lóggávu.
Hetta kravið, at skipa seg eftir annara landa lógum, er sjálvandi herskin kostur hjá frælsum londum, men ES er so mikið sterkt, at lógirnar verða bara sendar við postinum.
Tað ber til at leggja veto, men tað hevði havt alt ov stórar avleiðingar fyri sjálva skipanina. Tað er sum við atombumbuni. Hon er góð at eiga, men ring at brúka.
Kommiserar og aðrar týdningarmiklar parlamentariskar kreftir inni í ES skipanini hava EFTA londini ikki.
Fiskivinnan
Á fiskivinnuøkinum er og var so eisini serliga torført at gera avtalur.
Immunitet móti antidumping fingu EFTA-londini ikki, og sjálvt um tollsatsirnir fullu munandi, so hvurvu teir ikki.
Uppisjóvarfiskur, sild og makrelur, rækjur, laksur og síl góvu ikki EBS skipanini nakran serligan vinning, og normenn máttu td. geva 11.000 tons av botnfiski í Barentshavinum frá sær.
Hinvegin, so fingu Noreg og Ísland rætt til at diskriminera útlendingar sum eigarar av fiskiførum, meðan normenn varðveittu eina lóggávu, sum gjørdi tað møguligt at reka sølumonopolini í fiskivinnuni víðari, sjálvt um tað var á kantinum til brot við marknaðarskipanina í ES.
EBS avtalan var í tungum sjógvi, tá eystalondini vóru á veg inn í ES. Endaliga avtalan um víðkanina av EBS var ikki komin upp á pláss fyrr enn 1. apríl 2004, ella ein mánaða áðrenn ES tók tey nýggju londini inn í skipanina.
Ein kosturin var, at Ísland noyddist at fimmfalda og Noregi at tíggjufalda kostnaðin fyri at vera við í skipaniini, og hevði hetta við sær, at hesi bæði lond nú rinda meiri í ES kassarnar, enn limalondini sjálvi gera.
Tað er sum fyrr sagt ein gamal limaskapur, ið vit fara eftir.
Ríksifelagsskapurin varð fyri so vítt syndraður, tá Føroyar vóru syftar út úr EFTA, tí Danmark hevði fingið eygað á frægari møguleikar inni í ES fyri Jylland og oyggjarnar, og komu tá føroysk og grønlandsk áhugamál í aðru, triðju ella síðstu røð.
Her var talan um veldugar marknaðarpolitiskar rembingar, sum vit sjálvandi ikki komu snikkaleys burturúr.
Danska stjórnin hevur vart seg við stjórnarrættarligum og altjóðarættarligum orsøkum og ongantíð tikið undir við føroyskum EFTA-limaskapi eftir heimatýrislógini.
Hesum fótonglum eiga vit ikki at finna okkum í longur.
Heimildin
Hugsað vit um lovsangin um uttanríkispolitisku heimildarlógina, skuldi verið lag á manni at skipa hendan limaskap eftir henni. Men so tykist ikki vera.
Nú frættist, at henda lóg er óvirkin, tí at vit ráða ikki okkum sjálvum og nevnd eru tólv ávís málsøki. Eru tey forðingin, so kostar hon undir 20 mió.kr. at fáa av vegnum.
Eftir okkara tykki ber ikki til at liggja í dvala longur, meðan altjóðagerðin fer brúsandi framvið okkum, og tað verður tí eitt krav mótvegis donskum áhugamálum í Føroyum, at vit føroyingar fáa frið og náðir at skipa okkum úteftir í marknaðarpolitiskum høpi.
Alt ov leingi hava vit lurta eftir tvídráttinum millum Øskudølg og Sópingarkonu um, hvussu vit skulu liva.
Vit eiga nú: "at taka tráðu í hond, og ganga oman við á, at leita okkum í havið út, at fara í bóndans garð, at taka lúður í hond, at taka hamar og tong og smíða skip og bátar."
Valkosturin er at fara aftur á dungan út, "har eingin vil við okkum pranga!"
Vit í Tjóðveldisflokkinum eru ímóti limaskapi í ES, og øðrum felagsskapum, sum ikki tryggja smátjóðum fólkaræðisliga ávirkan og vald á egnum tilfeingi og egnari framtíð.
Vit vilja heldur økja um samstarvið í Útnorðri og aðrar vegir, og tryggja okkum marknaðaratgongd, útbúgvingarmøguleikar og granskingarsamstarv, og soleiðis gerast ein mótvekt og samstarvsfelagi hjá ES - uttanfyri heldur enn innanfyri henda ódemokratiska felagsskap.
Kostirnir
Vit hava tríggjar kostir í at velja.
Vit kunnu velja ES, har Danmark er limurin.
Vit kunnu velja ES, har Føroyar er limurin.
Vit kunnu velja EFTA-limaskap og EBS skipan.
Velja vit annan av teimum fyrr nevndu, so skulu vit umvegis eina fólkaatkvøða taka støðu til tjóðaskaparspurningin.
Velja vit EFTA krevst eingin fólkaatkvøða, tí tá er ikki neyðugt at taka støðu til tjóðaskaparspurningin.
Upplýst er í øðrum samanhangi, at tað er gjørligt at broyta EFTA traktatina soleiðis, at tað verður latið upp fyri einum sjálvstýrandi øki.
Vit halda í uppskotinum á tingi henda triðja møguleikan vera verdan at royna.
Seinni kunnu vit so søkja um at sleppa við í EBS-skipanina, har vit fáa fría atgongd til tey fýra frælsini, og er hetta gjørligt, tá ið tey kontraherandi limalondini í skipanini geva tilsøgn um tað.
Tað er torført at velja, tí vit velja eisini tann dagin, vit ikki velja nakað.
Tá velja vit ein møguleika frá.










