Effo-deildin er nýggja heitið

Fótbóltur: Fótbóltsamband Føroya og orkufelagið Effo hava í dag á tíðindafundi í FSF-húsinum gjørt ein trý ára stuðulssáttmála, sum inniber at besta deildin hjá monnum í fótbólti nú fer at eita Effo-deildin.

Effo, sum er eitt føroyskt orkufelag, veitir orku og tilhoyrandi tænastur til húsarhald, stovnar og vinnulív í Føroyum. Harafturat eigur felagið allar Fast-handlarnar kring landið umframt stóra oljuterminalin í Fuglafirði, Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra. Í dag arbeiða uml. 200 starvsfólk undir Effo-merkinum.
- Hetta er ein stórur heiður fyri okkum og øll okkara starvsfólk, sigur Niels Juel Nattastad, stjóri á Effo.
- Vónandi fer okkara stuðul at verða eitt munandi klípi undir hesi deild og hjá feløgum og leikarum king landið. Effo-deildin, sum hon nú eitur, er nakað serlig. Tað er henda deild, sum nógvir vónríkir ungdómar síggja upp til og vilja gerast partur av og sum er lopfjølin til okkara fótbóltslandslið – Føroya sterkasta altjóða brand, sigur Niels Juel.
- Fyri okkum er tað stórfingið at hava gjørt hesa avtalu sum hóskar sera væl til okkara atferð og hugburð. Vit eru eitt felag, sum hvønn dag kemur í hvønn krók í Føroyum, og tað er júst tað, sum Effo-deildin eisini ger.
- Vit gleða okkum til samstarvið við FSF komandi trý árini og eg fari at nýta høvi at ynskja øllum feløgum og fótbóltsáhugaðum eitt gott kappingarár í Effo-deildini, sigur Niels Juel Nattestad at enda.
Christian Andreasen, FSF-forseti, fegnast somuleiðis um avtaluna við Effo:
- Avtalan tryggjar, at øll feløg í Effo-deildini fáa ein eyka stuðul komandi 3 árini. Vit gleða okkum til samstarvið við Effo, og eg fari somuleiðis at ynskja øllum eitt gott kappingarár í Effo-deildini, sigur Christian Andreasen at enda.
Fyrsti dystur í Effo-deildini verður í Gundadali leygardagin 24. mars millum meistararnar úr B36 og uppflytararnar úr FC Suðuroy.