Samleikaskifti
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í dag eitur einki longur Statoil í Føroyum. Statoil, sum á sinni avloysti Esso, er í dag sjálvt avloyst av einum nýggjum navni, ið ikki sørt minnir um tað gamla – nýggja navnið er Effo.
Talan er tó ikki bert um eina navnabroyting. Nýggju eigararnir eru føroyskir, og felagið hevur sett út í kortið við nýggjum ætlanum fyri fyritøkuna.
- Hetta er ein nýggj byrjan í einum nýggjum felag, sigur Niels Juul Nattestad, stjóri í Effo.
Nýggja navnið hevur, hóast tað minnir ikki sørt um, einki við tað gamla navnið Esso at gera.
Sagt verður, at navnið Effo er sprottið út Føroya Orkufelag, og myndar samstundis eisini altjóða styttinginia fyri Føroyar, FO, stavað Effo.
Nýtt felag
Felagið handan Effo er eisini nýtt, og hartil føroyskt.
- Nýggju eigararnir hava gjørt langtíðaríløgu í fyritøkuna, ið sær seg sum eitt orkufelag. Orkuveiting – ikki bert oljuveiting – er okkara virkisøki, sigur Klaus Rasmussen, nevndarformaður í Effo.
Hann leggur afturat, at øll sjálvandi vita, at CO2-útlát og komandi altjóða veðurlagsráðstevna í Keypmannahavn, eru ovast á altjóða dagsskránni.
- Okkara fyritøka fylgir væl við gongdini, og vit eru til reiðar at umstilla okkum so hvørt, umstøðurnar, tøknin og virkismøguleikarnir leggja upp til tað, sigur Klaus Rasmussen.
Døgntænasta og tó
Í samband við at felagið skiftir samleika, boðar tað eisini frá, at farið verður undir at arbeiða fram móti einum fullfíggjaðum 24/7 konsepti – sum merkir tænasta alt døgnið runt.
Talan verður bæði um døgntænastu við oljuterminalin í Fuglafirði, sum Effo eigur, har føroysk og altjóða skip kunnu bunkra. Eisini verða gjaldsstøðir settar upp á øllum bensinsølustøðum, sum eru virknar alt samdøgrið.
Eisini eru tvær støðir, tann í Gundadali og tann í Skálabotni, høvuðsumvældar, og lata upp av nýggjum.
Tó merkir nýggja 24/7 konseptið ikki at handlarnir verða opnir alt døgnið.
- Vit hava sett okkum fyri, at tað skulu vera automatir allastaðni, og at tað skal vera gjørligt hjá kundunum at fáa samband við okkum alt døgnið. Hetta er ikki, at handlarnir skulu vera opnir alt døgnið, staðfestir Niels Juul Nattestad, stjóri í Effo.
Alt hevur broytt útsjónd
Frá í dag av broytir alt útsjónd, sum hevur við Effo at gera.
Búmerki, litir, snið og so framvegis eru nýggj, og tað fer aat síggjast aftur hjá starvsfólkuim, á bygningum, bilum og annars øllum tilfrai frá Effo.
- Vónandi taka fólk væl móti endurnýggjaða felagnum og tænastuni, sum nú gerst enn betr, sigur Niels Juul Nattestad, stjóri í Effo.
Væntað verður at tað tekur eina viku, áðrenn allar støðirnar í landinum hava fingið gjøgnumført samleikaskiftið.










