Effektivitetur punkteraði dreymamáli

Fyrsti hálvi tímin var elendigur. So syrgdi Símin Hansen fyri einum framúrskarandi málið, sum setti gongd í dystin, har B71 hevði nógv teir størstu kjansirnar, men EB/Streymur var effektivari

FÓTBÓLTUR

 

Fá mál eru gjørd frammi í Dal á Sandoy, ið eru vakrari enn tað, Símin Hansen gjørdi seinnapartin í gjár. Patrick Sunday legði bóltin tvørtur um vøllin til kontroversiella høgra bakkin hjá B71. Hesin lyfti hegnisliga bóltin framvið Hanusi Eliasen, og dróg inn í vøllin. Skamt uttanfyri brotsteigarmarkið reiggjar Símin Hansen vinstra bein. Bólturin hevur góða kós og nógva ferð, áðrenn hann brestur í handaru stong og í netið. Eitt framúrskarandi mál frá sandoyinginum, sum harvið vaksaði skommina av sær frá næstsíðsta vikuskiftið, har hann fekk eina beinleiðis tápiliga útvísing, og soleiðis var leikbannaður síðsta vikuskiftið.

 

Vánalig byrjan

Men líka so vakurt málið frá Símini Hansen var, líka so vánaligur var dysturin henda hálva tíman undan málinum. Óskipað og hugflogsleyst spæl eyðkendi báðar partar.

Men Símin skoraði og tað setti ferð á dystin. Seinasta korterið undan steðginum áttu liðini hvør sín stóra møguleika. Gunnar á Steig vardi fyri, tá Rasmus Nielsen royndi seg úr stuttum, og Hanus Eliasen misnýtti stóran kjans, tá hann púra ópressaður sendi skot upp um málið eftir hornaspark.

 

Gjørdu skjótt av

Fyrri hálvleikur hevði eina vánaliga byrjan, men sama kann ikki sigast um seinna. Fáir minuttir vóru farnir, tá Clayton Soares gjørdist púra leysur við Gunnari á Steig, ið vardi málið fyri sjúka René Tórgarð, men skeyt framvið.

Tað gjørdi Arnbjørn Hansen ikki, tá hann fekk møguleikan seinni. EB/Streymur kontraði og Levi Hanssen sendi Arnbjørn Hansen avstað. Kollfirðingurin setti ógvuliga vælleikandi Fabio Vieira av, lyfti róliga bóltin upp um Símun Rógva Hansen og javnaði fyri EB/Streym.

Hetta hendi, tá seks minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Seks minuttir seinni legði EB/Streymur seg á odda. Arnbjørn Hansen vann liði sínum hornaspark við at hala bóltin í egið skinnabein. Sandoyingar royndu at mótmæla dóminum, men lítið batti.

Hans Pauli Samuelsen sendi hornasparkið innfyri, Fróði Clementsen longdi við høvdinum, og við handaru stong stóð liðformaðurin Egil á Bø, og stýrdi bóltin í netið.

 

Vandamikil langskot

B71 royndi at vinna taptu leiðsluna inn aftur. Á odda í hesum stríðið stóð Símin Hansen, ið sum høgri bakkur átti vandamestu royndirnar hjá B71. Tvær ferðir var hann ógvuliga nær við eftir frísparksroyndir, men Gunnar á Steig vardi fyri nasku skotunum.

Hinvegin hevði hann ikki megnað at gjørt tað stóra, um Clayton Soares hevði fingið høvdið ordiliga á bóltin, tá innlegg kom úr vinstur fáar minuttir fyri leiklok. Brasiliumaðurin, sum annars plagar at vera góður fyri nøkur mál, stóð púra blankur frammanfyri tómum máli, men onkursvegna megnaði hann at fáa bóltin framvið.

Seinastu løtuna undan leikloki kringsetti B71 brotsteigin hjá EB/Streymi. Hóast eitt øgiligt trýst, megnaðu sandoyingar ikki at koma nóg nær málinum, til at veruligur vandi var á ferð. Men tá tað er sagt, so hevði B71 sanniliga havt møguleikar fyri at gera mál í gjøgnum dystin, uttan hetta hevði hepnast teimum meiri enn ta einu ferðina.

 

Staðfestu munin

Harvið var munurin millum topp og botn í Formuladeildini staðfestur. Ikki í spælbýtið ella kjansum, men í effektiviteti.

– Hvussu skulu vit vinna dystir, tá vit brenna slíkar kjansir, mestsum ýldi venjarin hjá B71, Eli Hentze, tá Clayton Soares misnýtti risamøguleikan stutt undan leikloki. Henda spurning sleppur hann sjálvur at svara, tí nú eru átta dystir eftir at spæla og 24 stig at spæla um. Liðið vísti á vøllinum í gjár, at teir ikki hoyra heima í 1. deild, men skal sessurin í fremstu deildini varðveitast, er neyðugt at vinna, og fyri at vinna skulu slíkir stórir kjansir í mál.

Skal líknandi meting gerast við EB/Streym, so kann staðfestast, at teir út frá spælinum at døma ikki spældu sum heitastu FM-favorittarnir. Á pappírinum kundu teir tó ikki fingið meiri burtur úr. Trý stig og EB/Streymur ger sítt fyri at varðveita fjarstøðuna til mótstøðuliðini. EB/Streymur gjørdi eisini sítt á vøllinum í gjár, men heldur ikki meiri enn tað.