Edward á árligu summarframsýningini

Mikudagin lat árliga summarframsýningin upp í Norðurlandahúsinum. Í ár er Edward Fuglø framsýnandi summargesturin

Vanligt er, at Norðurlandahúsið hevur eitt listafólk sum summargest.

Hósdagin lat árilga summarframsýningin upp í Norðurlandahúsinum og í ár er tað listamaðurin Edward Fuglø úr Klaksvík, ið sleppur at fylla karmarnar út.

Norðurlandahúsið er stórt og Klingran krevur sítt. Tí er tað ein góður møguleiki hjá listafólki at sýna fram har. Men samstundis er tað eisini ein sera stór avbjóðing, tí hølið er kravmikið. T.d. krevja stóru veggirnir stórar myndir.

Edward Fuglø hevur á framsýningini 22 myndir við. Sum so ofta, eru myndevnini dreymakend og ævintýrkend. Men sum heild eru myndirnar eisini sera ymiskar. Myndirnar hava heiti sum t.d. Sleeping Beauty, Í bønum, Kykt, Dreymur, Ravnur Undir Kambi, Ævintýrfuglur, Hvíti Ormur, Catching the Fish og Á ferð.

Og samanumtikið má sigast, at Edward Fuglø er ein av listamonnum okkara, ið er á ferð, ið roynir ókendar leiðir og ger royndir. Samstundis er hann millum teir mest fjølltáttaðu listamenninar, ið bæði myndprýðir bøkur, leiktjøld og sum kann hava stórfingnar staksýningar.

Edward sigur, at hann alla tíðina trilvar seg fram og roynir okkurt nýtt.

Í myndarøðini Sleeping Beauty sæst tann sovandi og dreymurin.

Sera spennandi er myndarøðin Í bønum. Myndirnar eru stórar, vakrar og her bjóðar Edward eisini eygleiðaranum av.

Tá sýningin lat upp klokkan 16 mikudagin, setti Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum Summarframsýningina 2000. Eisini sang Kári Sverrisson og rúnarbant fjøldina, ið var komin saman hesa løtuna.

Summarframsýningin 2000 er opin frá 28. juni til 6. august 2000.