Edward Kennedy, sum varð skorin fyri heilakrabba í síðstu viku, er nú sloppin av sjúkrahúsinum Læknarnir søgdu beint eftir skurðviðgerðina, at teir vóru væl nøgdir, og Edward Kennedy tóktist eisini vera væl fyri, tá hann kom til hús í gjár.
-Tað er gott at sleppa heimaftur, segði hann við tíðindafólk. Hann vildi tó ikki siga, nær hann fer aftur til arbeiðis.
Edward Kennedy er 76 ára gamal og hevur verið senatorur síðani 1962.