Í gjár boðaðu læknarnir í Boston frá, at tann 76 ára gamli Edward Kennedy hevur krabbamein í heilanum. Læknarnir duldu ikki fyri, at talan er um eitt sera álvarssamt slag av krabbameini. Skurðviðgerð hjálpir ikki, og tí er einki annað at gera enn at leingja lív hansara við stráluviðgerð og kemoterapi, siga læknarnir.
Tað fekk serfrøðingar at siga, at tann kendi politikarin hevur ikki langa tíð eftir at liva.
- Vit tosa um eitt 76 ára gamalt fólk, sum ikki kann lekjast við skurðviðgerð, og tí hevur viðkomandi helst minni enn eitt ár eftir at liva, sigur hjartalæknin Keith Black við tíðindastovuna AP. Aðrir serfrøðingar, sum AP hevur spurt, siga á leið tað sama.










