Edward Fuglø fyllir fimmti í dag

Eitt av okkara kendastu listafólkum fyllir 50 ár í dag.

Eitt av okkara kendastu listafólkum fyllir 50 ár í dag.

 

– Tá ið vit ringdu fyri at ynskja honum til lukku, takkaði hann afturhaldin og varin, sum hann altíð er. Og so legði Edward afturat speiskliga, sum hann eisini er - og sjálvironiskur: “Og sjálvandi mátti sólin fara í svart, nú eg fylli”! Men ivaleyst verður eitt nýtt og betri ljós eftir myrkingina?

 

Soleiðis skrivar Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag í føðingardagsheilsan til listarmannin í Klaksvík. Og hann heldur fram:

 

»Nýggjasta listaverkið hjá Edward, sum hongur uppi í SMS, SunMoonShadow, og hevur fingið styttingina "SMS", hevur vakt stóran áhuga, og steðga øll á at hyggja at, taka eina mynd og undrast.

 

Uttan at fara inn á longu og áhugaverdu listasøguna um Edward, so kann bert í stuttum sigast, at hann er eitt av okkara frægastu listafólkum. Høvur hansara tykist rættiliga ótømandi fyri spennandi og annarleiðis hugskotum, og eru eyðkenni í listaverkum ofta fuglar, fuglameingi og onnur djór í føroysku náttúruni.

 

Edward er rættiliga - fyri ikki at siga heilt kompromisleysur í síni list. Hjá honum er bert tað besta nóg gott, og hann setir seg sera væl inn í tað, hann fæst við.

 

Edward, sum arbeiðir í so mongum miðlum, hevur teknað til bøkur og gjørt kápumyndir, gjørt veggjaprýði, pallmyndir, sniðgivið sivurprýði til føroysk klæði, frímerki, og so er hann eisini rithøvundur. Hann hevur givið fimm barnabøkur út.

 

Eitt av hansara meistaraverkum er heilt víst Jesus úr Nasaret, sum hongur í kikrkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík. Føroya Landsstýri hevur latið hennara hátign Drotningini listaverk frá Edwardi Fuglø, tá ið hon hátíðarhelt 40 ára dagin á krúnuni.

Edward Fuglø hevur fingið ymiskar heiðurslønir, teirra millum listavirðisløn Nólsoyar Páls nú á nýggjárinum.

 

Edward Fuglø, sum er fjalin, finst ikki á “andlitsbókini” – Um so var, høvdu heilsanirnar verið nógvar, eisini uttan úr heimi, har hann eisini er eitt kent og virt navn.

 

Hjartaliga til lukku við degnum, Edward,« skrivar Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag.