Komandi hósdag, meðan valið leikar harðast á, letur upp framsýningin, Explorer í Norðatlantiska Húsinum í Odense kl. 16 við Edward Fuglø, listarmanni. Tað er tann postmodernistiski føroyski málarin, Edward Fuglø, sum sýnir fram eina røð av perlum í Norðatlantiska Húsinum, har hann eisini er kendur fyri veggjamálningin, ”Svanadrotningin – The Swan Queen” í ráðstevnuhøllini, verður skrivað í tíðindaskrivi frá Odense.
Verkið varð givið Nordatlantiska Húsinum i 2013 í sambandi við, at húsið læt upp – Hetta er ein gáva frá vinarbýnum hjá Odense, Klaksvík, sum er heimbýurin hjá Edward, leggja tey afturat.
Edward Fuglø er ein av fremstu føroysku listafólkum, og hevur hann m. a. málað Hennara Hátign Drotningina og hevur annars verið við á stórum framsýningum úti í heimi. Listin, menniskjað og heimurin eru grundarlagið fyri trongdini hjá Edward at granska – explora.
Framsýningin verður latin upp 18. juni kl. 16 av Sigmundi Ísfeld, umboðsmanni Føroya í Keypmannahavn, har Edward Fuglø eisini er til staðar. Stýrisformanðurin fyri Norðatlantiska Húsinum, ráðmaður, Steen Møller sigur eisini nøkur orð, og føroyska songkvinnan, Anna Maria Olsen syngur og undirheldur.
Framsýningin er opin til 17. august, og tað er ókeypis at koma inn, verður sagt á heimasíðuni, www.nordatlantiskhus.dk <http://www.nordatlantiskhus.dk>
http://www.fyens.dk/kultur/Kunst-Edward-Fugloe-tilbage-paa-havnen/artikel/2730701