Edward Fuglø í Havn

Listamaðurin Edward Fuglø letur fríggjadagin upp framsýning í Galerie Focus í Havn. Edward Fuglø, sum er búsitandi í Klaksvík, hevur seinnu árini ferðast víða við sínari list, og nú verður gjørligt at síggja hansara verk í høvuðsstaðnum. Framsýningin er opin fram til 27. mars. 


Edward Fuglø

Framsýning í Galerie Focus

Fernisering fríggjadagin 15/3 kl. 16.00