Vit kenna mest Edward Fuglø frá at hann hevur sett pallmyndir upp, t.v.s. at gera scenografi til ymiskar framførðslur. Tá man so tekur og setur eitt frímerki á ein brævbjálva, so er Edvard Fuglø aftur har, hann hevur fingið virðisløn fyri eitt tað vakrasta frímerki í Europa í 2003. Í Føroyum er Edward Fuglø eisini kendur fyri at byrja Leikalund. Handilin Leikalund, í Gamla Klaksvíks-handlinum, selur bøkur, tónleikalist o.m.a og skipar fyri skiftandi myndaframsýningum. Edward Fuglø er føddur í 1965 í Klaksvík, hann hevur list- og designútbúgving.
Myndevnið hjá Edward Fuglø hevur verið ymisk dýr og menniskjur. Á framsýningini í Galerie Focus er myndevnið Fjallabrúður.
Framsýningin verður opin til 15. juni, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.