Edward Fuglø forkunnuga vitjan úr Japan

Havin hjá Edwardi Fuglø líktist einum japanskum hava í dag. Hópin av damum úr Japan undir regnskjóli – stetlaðu friðarliga og við virðing, hálovandi vakurleikan og serliga staðið, tær vóru komin til.

Upprunin er ein ferð, Niels Halm, stjórin í Norðurlandahúsinum, hevur gjørt til Japan, fyri at leggja lunnar undir eina listaframsýning úr Føroyum at vera har. Undir heitinum Laterna Magica, hava listafólkini Artri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir og Edward Fuglø skipað eina framsýning, sum skal víða um.

Henda Listaframsýning lat upp Norðurlandahúsinum í juni í ár og verður aftur at síggja í Vejle Kunstmuseum 22. septtember. Umvegis Reykjavík skal framsýningin til Japan næsta ár og endar í Tróndheimi, vinarbýnum hjá Klaksvík.

Damurnar úr Japan – 25 í tali, sum Niels Halm kom í sambandi við, fáast við tað, sum í Føroyum líkist “Heimavirki”, har tær takast við brúkslist og undirvísa innan binding og handverk av ymiskum slagi. Teirra serligi áhuga er hondarbeiði í víðari merking.

Áðren ferðaliðið kom til Føroyar, hava tær verið í Svøríki og nomið sær kunnleika um handverk har. Ferðin í Føroyum hevur verið ein tveir-daga vitjan, áðrenn leiðin gongur heimaftur til Japan í morgin.

Ein av damunum, sum var við í ferðini, og hevði samskipað ferðina í Japan er Mikiko Yamanashi, sum er rættiliga kend har um vegir fyri sítt handverk, skúlar og undirvísing í handverki.

Tær høvdu sæð mangt hugtakandi saman við Katrinu í Geil, sum ferðaðist kring um í Føroyum saman við gestunum úr Japan. Tær hildu, at Edward Fuglø hevði ein sjálvsama annarleiðis uppruna ella ímynd og snið í síni list – og søgurnar, hann fortaldi um upprunan ella grundarlagið fyri tí, hann málaði, hugtók tær.

Tær gleddu seg til at heilsa uppá Edward Fuglø í Japan komandi vár og takkaðu fyri eina minniliga og hugvekjandi ferð í Klaskvík.

Myndir: Dávur Winther