Edvardsen buldrar víðari

David Edvardsen var aftur oddamaður hjá Neistanum um vikuskiftið. Í hesum kappinarárinum hevur hann av álvara fingið uppreisn

Uni Holm Johannesen

- Málið skoraði DAVID EDVARDSEN!
Heilar 11 ferðir kundi David Edvardsen lata seg fagna sum málskjútta í finaluni leygardagin, meðan tað í hátalaranum varð kunngjørt, hvør skeyt málið. Lávaksni danin við stóra sjálvsálitinum gekk aftur undan hjá Neistanum hesaferð. Hann var aftur stóraspælandi hetta vikuskiftið og staðfesti sína støðu sum stjørnan av mongum stjørnunum hjá steypavinnarunum.

Uppreisn
Eftir kappingarárið í fjør, tá hann ikki gjørdi stórvegis um seg, hevur David Edvardsen aftur prógvað sítt virði seinastu mánaðirnar. Við máltevi sum fáur í føroyskum hondbólti, eigur hann stóran leiklut í framúrskarandi gongdini hjá Neistanum í hesum kappingarárinum.

Trý ár í Føroyum
David Edvardsen er í løtuni undir sítt triðja kappinarár í føroysku landskappingini. Eina viku undan kappingarbyrjan í 2007/2008 ringdi Claus Rasmussen, táverandi venjari hjá StÍF, til hansara og spurdi um hjálp. Mánaðin framman undan varð Danni Syhler knýttur at hópinum hjá strandingum, og hann hevði ávirkan á avgerðina hjá Edvardsen, sum tók av tilboðnum.
- Teir manglaðu ein lám, og eg tók av alt fyri eitt. Eg metti, at tað varð ein stór uppliving, segði David Edvardsen við Sosialin í 2008.
Við David Edvardsen og Danni Sylher sum undangongumenn, vann StÍF seg í finaluna í steypakappingini og landskappingini, men teir stóðu eftir við tveimum silvurheiðursmerkjum tá avtornaði.
Árið eftir skifti hann til føroyameistararnar úr Neistanum. Hann stóð av álvara í skugganum á Áka Mørk, Trónda Kragesteen, Jugoslav Djumic, Finni Hansson og øðrum. Edvardsen fekk ongantíð fótin fyri seg hjá teimum bláu, sum vann steypakappingina.
Men við einari rúgvu av málum og uppleggur hevur David Edvardsen verið ímyndin av álopsspælinum hjá Neistanum. Tað prógvaði hann aftur leygardagin.

Lættur at undirmeta
Stórskjúttin David Edvardsen er lættur at undirmeta. Hann er lágvaksin, men tá hann sleppur til skot er eingin slingur í valsinum. Serliga í hesum kappingarárinum, tí hann sjáldan misnýtir sínar møguleikar. Jacob Larsen, fyrrverandi málverji hjá Neistanum, ivast heldur ikki í, at Edvardsen hevur frálík hondbóltsevni.
- Hann hevði staðið seg í næstbestu deildini í Danmark. Hann er uttan iva besti høgri bakkur í føroysku kappingini í løtuni, segði Jacob Larsen í 2008.

Fakta:
Navn: David Edvardsen
Føddur: 15. desember, 1986
Felag: Neistin
Pláss: Høgri bakkur og vongur
Ættaður: Fredrikshavn, Danmark
Búsitandi: Tórshavn