Edvard Hermansen sjeyti

11. mars fyllir ein kendur hósvíkingur runt. Edvard Hermansen verður sjeyti. Í sjálvum sær er tað ikki sørt av eini andsøgn í tí, at hesin spelkni unglingin longu er sjeyti.

Edvard vaks upp í Hósvík, men fór ungur av bygdini og búði í fleiri ár í Havn. Seinni búsettist hann aftur í heimbygdini og er fallin væl til og er vorðin ein sjónskur partur í bygdarmyndini har norðuri.

Edvard er stak fjølbroyttur og fjølgávaður maður og hann hevur tikist við so mangt, bæði í arbeiðslívi og frítíð. Í fleiri ár arbeiddi hann sum skrivstovumaður á heilsølu og eisini sum sølumaður, hann hevur siglt úti við farmaskipi og var eisini við hvalabáti, tá ið hvalaveiði enn var ein veiði hjá føroyingum.

Eitt megineyðkenni Edvards er, at hann gevst ikki á hondum ella steðgar upp í tí, sum hann fæst við. Altíð eru nýggjar ætlanir í umbúna og hugskotini tróta ikki. At falla í fátt liggur ikki til Edvard, til tess er hann ov glaður fyri lívið og alt tað góða og fjølbroytta, sum tað hevur at bjóða. Tað gav at bíta, tá ið hann komin til eftirlønaraldur aftur leitaði sær út á arbeiðsmarknaðin, tí at har hevði hann enn nógv at lata, kendi hann á sær. Men óvart mundi tað ikki koma á nakran, tí soleiðis er Edvard.

Áhugin fyri føroyskum máli liggur frammarlaga hjá Edvardi og sum hjá so mongum í hansara ættarliði mundi tann áhugin av álvara vakna á Føroya fólkaháskúla, har ið hann gekk eina ferð í fimmtiárunum. Tað er so mangan, at Edvard hoyrist minnast aftur á ta tíðina við gleði og takksemi.

Lyndið er lætt og mangan liggur íspegilin og lúrir við onkrari skemtiligari viðmerking ella einum skálkabrosi. Edvard er tikin úr leikum at seta orð saman og fáa at bera upp á rím. Eyðkend eru hansara beinraknu og ertandi ørindi sum viðmerkingar til mál, sum eru frammi í samfelagskjaki, og hóast tónin kann tykjast argandi, so er tað aloftast við einum undirstreymi av góðsku og virðing, at tað verður borið fram. Edvard er eisini nógv umbiðin at yrkja til eitt nú brúdleyp, føðingardagar ella serstøk veitsluhøvi. Yrkingin er sum ein ítrótt fyri hann, fellur honum eisini so lætt, og hana gongur hann uppí við lív og sál. Hon er jú eisini óloysiliga knýtt at hansara stóra áhuga fyri og vitan um móðurmálið.

Eitt dømi um ungdómliga sinnið hjá Edvardi er, hvussu hann við lív og sál hevur fylgt við sonum sínum í teirra fótbóltsspæli. Tað er neyvan ovsagt, at hann millum lítlan og ongan áhuga hevði fyri tí ítróttinum frammanundan, men tað var so skjótt, at hann eisini hevði vant seg til tað, og hann er fastur fúsur við vøllin, tá ið synirnir venja ella spæla dyst. Honum so líkt er tað heldur ikki sørt, at hann eisini hevur sínar meiningar um tað, sum fyriferst inni á vølli. Soleiðis er Edvard, altíð við í tí, sum hendir og til staðar, har sum hann er. Ongantíð líkasælur um tað, sum fyriferst.

Samfelagsmál hava hansara stóra áhuga, og hann hevur roynst Sjálvstýrisflokkinum hollur stuðul og álitismaður í mong ár.

Barngóður og familjukærur er Edvard sum fáur, og vit eru mong, sum hava notið gott av hesum, gávumildur sum hann altíð er.

Føðingardagin er Edvard saman við konuni staddur í Íslandi á vitjan hjá dóttur og abbabørnum, sum búgva í Grindavík.

Hjartaliga til lukku við tí stóra degnum og bestu ynski um nógv og virkin ár frameftir.


Z.