Edvard Heen sagt seg úr starvi

Vegna ósemju um leiðslu felagsins hevur Edvard Heen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, sagt seg úr starvi. - Eg havi eina aðra fatan av, hvussu felagið skal rekast, og tí velja eg at fara frá, sigur Edvard Heen við Rás 2 uttan at vllja útdýpa, hvat hann í hesum førum sipar til.

Ei heldur Tryggingarfelagið, sum hevur sent tíðindaskriv út, vil útdýpa, hvat ósemjan í leiðsluni í Tryggingarfelagnum snýr seg um.

Men nógvar broytingar eru farnar fram, meðan Edvard Heen hevur verið stjóri. Eitt nú fór Gunnar í Liða frá sum forstjóri, og næstforaðurin í nevndini, Regin Hammer, tók við sum forstjóri. Eisini hevur TF Holding keypt Eik Banka.

Hóast ósemjur í leiðsluni, klamsar Edvard Heen ikki við hurðini

- Eg kenni, at eg fari úr hesum húsi við góðari samvitsku., og eg eri eisini rættiliga errin av úrslitinum og tí, sum vit hava megnað at skapa í tíðarskeiðinum, eg havi verið í felagnum. Vit hava góð úrslit at vísa á, og vit hava fingið ein góðan bygnað, sigur Edvard Heen við Rás 2.

Tryggingarfelagið sigur í tíðindaskrivi, at nevndin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar og takkar Edvardi fyri hansara arbeiði fyri felagið.

Edvard Heen hevur verið stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum síðan 2006.

Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, tekur fyribils við skyldum stjórans.