- Edvard Heen hóttir starvsfólk

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagið, boðar í skrivi í dag frá, at Starvsmannafelagið veitir sín fullan stuðul til Føroya Pedagogfelag og tess limir, samstundis sum hann finst hvassliga at Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, fyri at hótta starvsfólk, ið eru í verkfalli.


Les eisini: Kunnu revsa pedagogar sum fara í verkfall


Undir yvirskriftini ”Edvard Heen hóttir starvsfólk, ið eru í lógligum verkfalli”, finst Súni Selfoss á útsøgnina hjá stjóranum í Almannaverkinum, ið komu í kjalarvørrinum av úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrætti í gjár.


- Edvard Heen, stjóri, má og eigur at vita, at óansæð umstøðurnar, so er tað leiðslan og at enda politiski myndugleikin, ið hava evstu ábyrgd av øllum viðurskiftum, sum eru á stovninum, skrivar Súni Selfoss og leggur afturat.


- At leggja eftir starvsfólkum, sum eru í fullkomuliga lógligum verkfalli, tí partarnir á sáttmálaøkinum ikki kunnu koma til sættis um lønarviðurskiftini á økinum, er púrasta burtur úr vón og viti. Hetta hoyrir ongastaðni heima og skal harðliga átalast.


Fakfelagsformaðurin heitir eisini á stjóran á Almannaverkinum um at taka hóttanina aftur, og sessast aftur við samráðingarborðið.


- Fari at enda at heita á Edvard Heen, stjóra á Almannaverkinum, um at taka hóttanina ímóti limunum í Føroya Pedagogfelag aftur, alt fyri eitt og viðurkenna, at verkfalli er 100% lógligt og at hann í staðin heitir á arbeiðsgevara sín um at fara aftur til samráðingarborðið fyri at finna eina loysn á trætuni. Tað er við samráðingarborðið at loysnin skal finnast og ikki við hóttanum ella í Fasta Gerðarrætti.


Súni Selfoss ger eisini greitt, at Starvsmannafelagið stuðlar Føroya Pedagogfelag í stríðnum, og gevur samstundis sínum limum boð um, at tey ikki skulu taka verkfalsrakt arbeiði á seg.


- Eg fari við hesum at lýsa okkara fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag og tess limir og samstundis minna limirnar í Starvsmannafelagum á, at tað verður noktað limum felagsins at taka arbeiðið upp, sum er rakt av arbeiðssteðginum hjá Føroya Pedagogfelag.


Les alt skrivið við at trýsta á her