Edna út - Beinisvørð inn

Herfyri setti Føroya Fiskimannafelag ísfiskatrolaran Ednu á sín svartalista yvir skip, sum sambært felagnum ikki halda sínar skyldur til fulnar mótvegis manningini. Men, herfyri varð Edna tikin av aftur hesum lista, og ísfiskatrolarin Beinisvørð kom á listan í staðin.

Á síni heimasíðu sigur Føroya Fiskimannafelag, at Sancy Trawl, sum eigur Beinisvørð, ikki hevur hildið sínar skyldur mótvegis manninigini, tá teir vóru á makrelveiði í 2011.

- Reiðarin er tí kravdur eftir írestandi hýruni, sigur felagið.

Føroya Fiskimannafelag leggur aftrat, at reiðarin eisini er klagaður til fútan fyri brot á lógina um makrel fiskiskap 2011.

Portalurin kann skoyta uppí, at ísfiskatrolararnir, Edna og Beinisvørð, partrola, og tað gjørdu skipini eisini á makrelveiði í 2011.

Hvussu leingi Beinisvørð verður standandi á svartalista, sigur søgan einki um. Føroya Fiskimannafelag ger heldur ikki á síni heimasíðu vart við, hví Edna varð tikin av aftur svartalista.

Reiðaríið Thor í Hósvík stóð eisini eitt bil á hesum lista - fyri nøkrum døgum síðan - men sum skilst, var steðgurin á svartalista rættiliga stuttur.